Føroya Váðaráð hevur verið á fundi fyri níggjundi ferð. Føroya Váðaráð metur ikki greið tekin vera um, at systemiskir váðar eru í umbúna í føroyska bankageiranum. Sethúsaprísirnir eru øktir munandi í 2019 samstundis sum bæði inn- og útlán í føroysku bankunum eru lækkað. At inn- og útlán eru lækkandi er ein broyting samanborið við undanfarin ár, og er ikki ein váði fyri føroyska bankageiran í sjálvum sær. Føroya Váðaráð heldur tó framhaldandi eyga við inn- og útlánsvøkstrinum, av tí at gongdin brádliga er vend.
Sethúsaprísirnir eru øktir munandi í 2019, meðan útlánsvøksturin stendur í stað hjá føroyskum peningastovnum. Samstundis vaksa útlán frá donskum realkredittstovnum til føroysk húsarhald. Útlánsvøksturin hjá føroyskum peningastovnum hevur verið vaksandi seinastu fimm árini, men er lækkaður so líðandi í 2019 og varð 0% við ársenda.
Innlánsyvirskotið í bankunum, ið annars hevur verið hækkandi seinastu fimm árini, er lækkað ella hevur staðið í stað í 2019. Innlánini eru minkað og tað kemur partvíst av, at summir vinnukundar gjalda niður skuld heldur enn at hava pening standandi á bók til negativa rentu í føroysku peningastovnunum. Lækkandi inn- og útlán í føroyskum peningastovnum er ikki ein váði fyri føroyska bankageiran, men Føroya Váðaráð hevur lagt til merkis, at gongdin er vend, og fer tí framhaldandi at halda eyga við inn- og útlánsvøkstrinum.
Undan kreppuni í 90’unum og fíggjarkreppuni í 2008 vóru stórar príshækkingar á bústaðarmarknaðinum saman við høgum útlánsvøkstri. Sethúsaprísirnir vaksa í løtuni, men útlánsvøksturin hjá føroyskum peningastovnum er avmarkaður. Tó sæst ein vøkstur í útlánum frá donskum realkredittstovnum. Øktu sethúsaprísirnir koma tí ikki bara av øktari kredittveiting. Heldur ikki koma øktu sethúsaprísirnir bara av inntøkuvøkstrinum, tí hóast inntøkurnar eru øktar í verandi hákonjunkturi, eru tær ikki øktar líka skjótt sum sethúsaprísirnir í 2019. Renturnar eru søguliga lágar, og tær eru ein av orsøkunum til sethúsapríshækkingarnar, saman við búskaparligu framgongdini, sum millum annað hevur havt við sær stóra nettotilflyting.
Føroya Váðaráð heldur ikki greið tekin vera um, at systemiskir váðar eru í umbúna í føroyska bankageiranum. Føroya Váðaráð eygleiðir framhaldandi viðurskifti, ið kunnu hava ávirkan á fíggjarliga støðufestið í Føroyum.
Onnur evni
Føroya Váðaráð hevur í samstarvi við danska váðaráði, Det Systemiske Risikoråd, greinað krøvini til kapitalbuffarar, ið føroyskir peningastovnar skulu lúka. Niðurstøðan er, at verandi kapitalkrøv eru hóskandi. Umframt kapitalkrøv, skulu bankarnir lúka NEP-krøv, ið er kapitalur sum verður brúktur at endurstovna bankan, skuldi hann endað í eini fíggjarligari neyðstøðu. Fáa NEP-krøvini avleiðingar fyri føroyska búskapin, fer danska váðaráðið at leingja tíðarfreistina fyri, nær NEP-krøvini skulu vera lokin. Í løtuni skulu NEP-krøvini verða lokin í 2025.
Harafturat hevur danska váðaráðið mælt til at leggja eitt krav afturat verandi markvirðum, sum gera av, nær peningastovnur er SIFI-stovnur. Eyka kravið er, at javnin hjá bankanum í minsta lagið skal vera 3 mia. kr., áðrenn hann verður SIFI-peningastovnur. Fylgir danska vinnumálaráðið tilmælinum, merkir tað, at Norðoya Sparikassi ikki longur er SIFI-peningastovnur. Føroya Váðaráð tekur undir við tilmælinum hjá danska váðaráðnum.
Les meira um tilmælið hjá danska váðaráðnum um nýggja markvirðið fyri tilnevning av SIFI-peningastovnum í Føroyum her og um greiningina av kapitalbuffarakrøvunum her.