Føroya Váðaráð hevur hildið sekstanda fundin. Váðaráðið er komið til ta niðurstøðu, at føroyski búskapurin, eftir eitt fyribils afturstig orsakað av Covid-19, aftur veksur við nógvari ferð. Virksemið í búskapinum veksur framhaldandi, og hetta sæst aftur í stórum troti á arbeiðsmegi og veksandi sethúsaprísum. Síðani í heyst er vøksturin í útlánum hjá føroysku peningastovnunum støðugt øktur, og útlánsvøksturin er enn størri, um donsku peninga- og realkredittstovnarnir verða taldir við. Búskapurin kann tískil koma undir uppaftur størri trýst, ið kann elva til at váðar stinga seg upp.
Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum hevur ligið um 0% i tíðarskeiðnum frá heysti 2019 til heysti 2020, men hevur síðani verið støðugt veksandi. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum var í oktober 2021 øktur til 5%. Útlánini hjá føroysku bankunum veksa ikki skjótari enn búskapurin, ið er mettir til vaksa við 7,9% í leypandi prísum fyri árið 2021, men verður vøksturin í útlánum til føroyskar kundar frá donskum peninga- og realkredittstovnum taldur við, var samlaði útlánsvøksturin 8,1% í oktober 2021.
Útlánsvøksturin í føroysku bankunum verður togaður upp av útlánum til kommunurnar og vinnuna, ið serliga stavar frá útlánsvøkstri til tænastuvinnurnar; flutnings, handils, gistingarhús- og matstovuvinnuna, og harafturat fastogn. Meginparturin av útlánunum frá donskum peninga- og realkredittstovnum er sethúsafígging til føroysk húsarhald. Útlánsvøksturin frá donsku realkredittstovnunum var 16,3% í oktober 2021.
Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mettur at vera 7,9% í 2021 og 3,3% í 2022. Útflutningurin fyrstu nýggju mánaðirnar av 2021 er hægri enn sama tíðarskeið í 2019, sum annars er árið sum setti met. Lønargjaldingarnar veksa aftur, arbeiðsloysið er nærum 0% og tað er trot á arbeiðsmegi.
Sethúsaprísirnir eru higartil (3. ársfj. 2021) í mun til miðal fyri alt 2020 øktir við 8% í Havnini. Í sama tíðarskeiði eru sethúsaprísirnir øktir við 2% í størru bygdunum og við heili 25% í bæði smærru bygdunum og í bólkinum Sandoy/Suðuroy.[1]
Umframt at fylgja gongdini í útlánsvøkstrinum, heldur Váðaráðið eyga við skuldini hjá húskjunum. Føroysku húskini eru sum heild fíggjarliga mótstøðufør, men summi hava høgt skuldarlutfall. Umleið 7,5% av øllum húskjunum í Føroyum høvdu eitt skuldarlutfall omanfyri 3 í 2020. Hyggja vit at teimum, ið høvdu skuld størri enn 2 mió. kr, vóru tað einans 3% av húskjunum, sum høvdu eitt skuldarlutfall omanfyri 3 í 2020. Ein stórur partur av skuldini hjá húsarhaldunum hevur eina broytiliga rentu (86%), men størstiparturin er við avdráttum (92%). Húskir við høgum skuldarlutfalli eru meira viðkvom yvirfyri rentuhækkingum, um skuldin samstundis hevur broytiliga rentu ella tað ikki verður goldið niður uppá skuldina. Sæð frá sjónarmiðinum hjá bankunum, er talið av húskjum við høgum skuldarlutfalli lutfalsliga lágt og tískil ikki enn ein váði fyri fíggjarliga støðufestið í Føroyum.
Føroya Váðaráð metir tað ikki vera greið tekin um at systemiskir váðar eru undir umbúnað í føroyska bankageiranum, men høgi vøksturin í búskapinum kann saman við áhaldandi príshækkingum á sethúsamarknaðinum, troti á arbeiðsmegi, og veksandi útlánsvøkstri, elva til at váðar stinga seg upp. Heldur vøksturin í útlánunum fram, verður møguliga tørvur á at hækka konjunktursykliska kapitalbuffaran í mun til tað eina prosentið, ið er fráboðað í tilmælinum hjá Det Systemiske Risikoråd í Danmark í gjár.
Onnur viðurskifti
Føroya Váðaráð hevur fingið gjørt eina greining av P/F Betri samtakinum, sum umframt at innihalda ein SIFI banka, eisini inniheldur eitt skaðatryggingarfelag, ið er systemiskt týdningarmikið í Føroyum. Føroya Váðaráð metir tað vera ein møguligur váði, sum kann ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum, at tað eru tveir myndugleikar, sum hava eftirlit við Betri samtakinum. Váðaráðið hevur almennakunngjørt hesa eygbering, og grundgevingin fyri eygberingina er, saman við greiningini av Betri samtakinum, at finna á heimasíðu Landsbankans.
Váðaráðið hevur givið Det Systemiske Risikoråd í Danmark eitt úttalilsi viðvíkjandi regulering av føroyska bústaðarmarknaðinum. Í løtuni er kunngerðin “Bekendtgørelsen om god skik for finansielle virksomheder” galdandi í Føroyum. Í mun til hesa kunngerð hevur “Bekendtgørelsen om god skik for boligkredit”, sum er galdandi í Danmark, útgreinandi ásetingar um eginfígging og skuldarlutfall. Váðaráðið hevur tað fatan, at føroysku bankarnir longu lúka hesar ásetingarnar um eginfígging og skuldarlutfall, og tað er tí fyrst og fremst ein spurningur um at formalisera hesa siðvenju. Det Systemiske Risikoråd metir í nýggjasta tíðindaskrivi sínum frá 14. desember 2021, at tað hevði verið hóskandi at sett í verk tiltøk, sum avmarka møguleikarnar fyri at váðar stinga seg upp á føroyska bústaðarmarknaðinum.
[1] Tølini fyri sethúsaprísir eru heft við óvissu.