Hesi virðir skulu síggjast aftur í virksemi Landsbankans.
Nærlagni
Landsbankin fremur fakliga grundað arbeiði. Vit savna saman, greina og bera upplýsingar víðari um fíggjar- og búskaparviðurskifti, og kunnu altíð vísa á hagtøl og ástøði, sum stuðla upp undir arbeiðið.
Ágrýtni
Ein væl virkandi búskapur er grundarlagið undir vælferð, framgongd og trivnaði. Tí skulu starvsfólk Landsbankans ganga høgt upp í fíggjarligt støðufesti, og at skapa og tryggar karmar um føroyska búskapin.
Vitan
Starvsfólk Landsbankans skulu áhaldandi leggja seg eftir at vinna meira vitan um fíggjarviðurskifti og samfelagsbúskapin sum heild, fyri at kunna veita eina so dygdargóða tænastu, sum til ber.
Opinleiki
Landsbankin er ein tænastustovnur, og skal vera tøkur at greiða borgarum, politisku skipanini og privatu vinnuni frá viðkomandi fíggjar- og búskaparfakligum viðurskiftum. Landsbankin skal eisini halda seg fram at almenna orðaskiftinum, og vísa á, tá ið møguligur vandi er á ferð, og tá ið neyðugt er at seta tiltøk í verk.