Føroya Váðaráð hevur hildið 23. fundin og metir framvegis, at tað ikki eru tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum. Føroyski búskapurin er framvegis eyðkendur av positivum lyklatølum, so sum lágt arbeiðsloysi, veksandi lønargjaldingar og tal av løntakarum. Avlopið á handilsjavnanum er eisini økt higartil í 2023. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum er øktur og var 9,8% í oktober 2023, ið serliga stavar frá øktum útlánum til kommunurnar, húsarhaldini og almennu fyritøkurnar.
Positiva gongdin í føroyska búskapinum, ið hevur verið seinastu mongu árini, er ikki vend, tí búskaparligu lyklatølini vísa framvegis tekin um vøkstur. Lønargjaldingarnar og talið av løntakarum er veksandi, og arbeiðsloysið er søguliga lágt. Avlopið á handilsjavnanum av vørum er higartil í 2023 økt, tí útflutningsvirðið er økt samstundis sum innflutningsvirðið er minkað. Økta útflutningsvirðið kemur millum annað av størri kvotum av svartkjafti, meðan lægra innflutningsvirðið fyri ein part stavar frá einum lægri oljuprísi. Inflasjónin er minkað til eitt lægri støði, men er tó framvegis positiv, sum merkir, at prísirnir enn veksa.
Hagtøl fyri kortnýtsluna vísa, at føroyingar hava nýtt meira av peningi enn í fjør, men at tey, orsakað av inflasjónini, hava fingið minni fyri peningin. Eftirspurningurin hjá húsarhaldunum eftir vørum, so sum húsbúnaði ella klæðum og skóm, er minkaður, meðan nýtslan av matvørum er áleið óbroytt. Samstundis eru føroysku húsarhaldini vorðin rakt av mongu rentuhækkingunum síðani á sumri 2022, tí 89% av skuldini hjá húsarhaldunum hevur broytiliga rentu (okt. 2023). Rentan á bústaðarlánum er í miðal økt við 1,5 prosentstigum í tíðarskeiðinum september 2022 til september 2023 hjá føroyskum sethúsaeigarum. Rentan á bústaðarlánum hjá føroyskum húsarhaldum í føroysku bankunum og donsku realkredittstovnunum tilsamans, var 4,22% í miðal í september 2023. Umleið ein fjórðingur av sethúsaskuldini hjá føroysku húsarhaldunum er í donskum realkredittstovnum, og rentan á hesum bústaðarlánunum var 3,1% í miðal í september 2023, meðan rentan á bústaðarlánunum í føroysku bankunum í miðal var 4,7% í sama tíðarskeiði.
Mongu rentuhækkingarnar hava verið við til at tálma prísvøksturin á sethúsamarknaðinum. Stóru príshækkingarnar, ið hava verið seinastu nærum 10 árini á sethúsamarknaðinum, standa nú í stað ella eru lækkandi. Verða sethúsaprísirnir fram til triðja ársfjórðing 2023 samanbornir við sethúsaprísunum í sama tíðarskeiði í 2022, eru prísirnir á sethúsum í Tórshavn lækkaðir við 2%.
Útlánsvøksturin í føroysku bankunum var 9,8% í oktober 2023, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Um útlánini hjá donsku peninga- og realkredittstovnunum til føroyingar verða tald við, var útlánsvøksturin 5,7% tilsamans í oktober 2023. Vøksturin í útlánum frá donskum realkredittstovnum til føroysk húsarhald, er negativur í løtuni, og tað kemur av, at føroysk húsarhald í løtuni í størri mun velja sethúsafígging frá føroysku bankunum framum donskum realkredittstovnum.
Útlánsvøksturin í føroysku bankunum var í oktober togaður upp av útlánum til kommunurnar, húsarhaldini og almennu feløgini. Húsarhaldini hava fyrst og fremst fingið fígging til keyp av bústaði, men eisini til eitt nú keyp av bili. Kommunurnar hava millum annað fingið fígging til havnaútbygging og vegakervi, meðan almennu feløgini hava lænt pening til virksemi innan íbúðabygging og samskifti. Útlán til kommunur og almenn feløg hava ikki eins stóran váða við sær fyri bankarnar, sum útlán til privatu vinnuna. Privata vinnan hevur eisini økt um lántøkuna, men útlánsvøksturin til privatu vinnuna er lutfalsliga lágur. Privata vinnan hevur millum annað fingið fígging til íbúðabygging og innan flutning.
Váðaráðið heldur vakið eyga við útlánsvøkstrinum hjá føroysku peningastovnunum, sum er øktur til heili 9,8% í oktober 2023 samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Útlánsvøksturin til húsarhaldini er lutfalsliga høgur, men hann kemur ikki av, at tey eru vorðin munandi meira skuldsett, men heldur, at tey hava skift frá at hava lán í donskum realkredittstovnum til føroyskar bankar. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum til húsarhaldini var 10,4% í oktober 2023, meðan útlánsvøksturin til húsarhaldini frá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans var 4,8% í oktober 2023.
Harumframt er útlánsvøksturin til kommunurnar høgur, 17,8% í oktober 2023 og somuleiðis var útllánsvøksturin til almennu feløgini høgur hann var 45% (úr 383 mió. kr. í oktober 2022 til 557 mió. kr. í 2023).
Útlánsvøksturin til privatu vinnuna frá føroysku bankunum var hinvegin 2,9% í oktober 2023, ið er lægri, enn vøksturin í sjálvum búskapinum.
Føroya Váðaráð metir, at tað ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum, men heldur vakið eyga við viðurskiftum, sum kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum.
Onnur evnir
Burturav samlaðu innlánunum í føroysku bankunum, vóru 62% við árslok 2022 tryggjaði av innskjótaratrygdargrunninum. Tað er áleið á sama støði, sum tryggjaði innlán í donskum ikki-systemiskum bankum (mars 2023). Í donskum SIFI-bankum er tryggjaði parturin av innlánunum umleið 35%, meðan tryggjaði parturin av innlánunum í føroysku SIFI-bankunum; BankNordik og Betri, er 59%.
Niðurskrivingarnar hjá føroysku bankunum eru higartil í 2023 á sama støði, sum í 2022, og eitt vet lægri, enn í 2021. Niðurskrivingarnar eru lágar hjá húsarhaldunum, og eitt sindur hægri hjá vinnuni. Sostatt eru ikki munandi broytingar í niðurskrivingunum, hóast bæði inflasjónin og rentan er økt.