Malan Johansen er útbúgvin Cand merc. Haruframt hevur Malan eina MBs í leiðslu frá Robert Gordon University og diplomprógv í journalistikki. Umframt at vera stjóri Landsbankans er Malan eisini ráðsforkvinna fyri Váðaráðið og stýrisforkvinna fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, bæði sambært lóg.
Jens Erik Magnussen er banka- og merkonomútbúgvin. Eisini hevur hann fleiri diplomskeið í fígging, íløgum og leiðslu.
Ábyrgdarøki: Íløgurøkt og skuldarrøkt.
Helen Højgaard Jacobsen er bankaútbúgvin og hevur eisini tikið HD 2. part í roknskapi.
Ábyrgdarøki: Roknskapur, íløgueftirlit, gjaldførisrøkt við meira.
Kári Petersen er útbúgvin Cand. polit frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og eisini eina MBA frá City University í London.
Ábyrgarøki: Strategi fyri íløgurøkt og skuld, umframt greiningaruppgávur.
Jonhard Eliasen er útbúgvin Cand. oecon. frá lærda háskúlanum í Århus.
Ábyrgdarøki: Hagtøl og greining av almenna geiranum og fíggjargeiranum.
Ester Hansen er útbúgvin Cand. polit frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Ábyrgdarøki: Greining og frágreiðingar.
Kristoffur Johannes Hentze er útbúgvin Cand. polit frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Ábyrgdarøki: Hagtøl og ymiskar greiningaruppgávur.
Gunnar Bjarnason er útbúgvin Cand. polit frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Ábyrgdarøki: Hagtøl og ymiskar greiningaruppgávur.
Sigrið Simona S. Kalsø er útbúgvin Cand. polit frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Ábyrgdarøki: Búskaparligar greiningar og frágreiðingar fyri Búskaparráðið.
Malan Óladóttir á Dunga er útbúgvin Cand.polit frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur eina diplomútbúgving í leiðslu frá Danmarks Tekniske Universitet, DTU.
Ábyrgdarøki: Búskaparligar greiningar og frágreiðingar fyri Búskaparráðið.