Inngjøld og útgjald

Inngjøld í grunnin eru:

  1. 20% av yvirskotinum hjá landskassanum (RLÚ1) upp til 200 mió. kr. og 50% av yvirskotinum omanfyri 200 mió. kr.
  2. Inntøkur av einskiljing landsins
  3. Flytingar av fíggjarlóg landsins
  4. Inntøkur frá íløgurøkt grunsins (avkast av ognini)
  5. Tilfeingisinntøkur frá fiskivinnuni
  6. Tilfeingisinntøkur frá alivinnuni
  7. Tilfeingisinntøkur frá kolvetnisvirksemi

Inntøkurnar frá fiskivinnuni og alivinnuni (punkt 5 og 6) og eru ikki partur av støðisfænum.

Útgjøld úr grunninum:

  1. Fiskivinnan: Inntøkur upp til 250 mió. kr. verður útgoldið landskassanum sama ár, meðan inntøkur omanfyri 250 mió. kr. árliga skulu javnast yvir 7 ár. Tað vil siga, at 1/7 partur av upphæddini omanfyri 250 mió. kr. verður útgoldin landskassanum árliga.
  2. Alivinnan: Inntøkur upp til 150 mió. kr. verður útgoldið landskassanum sama ár, meðan inntøkur omanfyri 150 mió. kr. árliga skulu javnast yvir 7 ár. Tað vil siga, at 1/7 partur av upphæddini omanfyri 150 mió. kr. verður útgoldin landskassanum árliga.
  3. Miðal realvinningurin av íløgurøkt grunnsins (punkt 4) síðstu 5 árini verður útgoldið landskassanum, treytað av at:
    1. støðisfæi í grunninum er í minsta lagi 10% av BTÚ og treytað av at
    2. árlig inntøkuvøksturin hjá landskassanum undanfarna ár er niðanfyri 0%.
  4. Er støðisfæi í grunninum 2/3 av minstagjaldførinum landskassans, skal upphæddin omanfyri tað brúkast til at rinda niður skuld, tá lánsbrøv landskassans fella til gjaldingar. Minstagjaldførið landskassans er í 2018  2.670 mió. kr.. Upphæddin í grunninum skal tí vera omanfyri 1.780 mio. kr., áðrenn peningur kann brúkast til at niður rinda skuld. Minstagjaldføri landskassans er 15% av BTÚ, og veksur tí so hvørt BTÚ veksur.