Í sambandi við landsins lántøku avgjørdi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í 2007, at Føroyar sum land skuldi vera ratað. Landsstýrismaðurin fekk undirtøku fyri hesi avgerð á landsstýrisfundi á heysti 2007.
Fyri at víðka um íleggjaraskaran er ein rating neyðug. Ein rating er ein kreditmeting av lántakara. Jú betri kreditmeting jú betri rentu er møguligt at fáa á marknaðinum.
Eitt nú eru tað nógvir íleggjarar, sum eru nógv avmarkaðir í at gera íløgur, um lántakari ikki hevur fingið rating. Serstakliga stovnsligir íleggjarar, sum eru undir almennum eftirliti, eru í hesum bólki, so sum eftirlønargrunnar, tryggingarfeløg og íløgugrunnar.
Eisini eru íleggjarar, sum krevja, at ein lántakari – í hesum føri landskassin – skal hava eitt ávíst ratingstig, fyri at lánsbrøvini yvirhøvur vera góðtikin sum íløguevni.
Harafturat gevur ein uttanhýsis kreditmeting av Føroyum eina góða ábending um, hvat rentustøðið landskassin kann læna til.