Føroya Váðaráð hevur hildið seytjanda fundin. Váðaráðið er komið til ta niðurstøðu, at útlánsvøksturin er minkaður og trýstið á búskapin er tálmað við tað at fløskuhálsar á summum økjum á arbeiðsmarknaðinum eru loystir við nýggju fast-track skipanini. Harafturat kunnu varandi príshækkingar elva til, at innlendis eftirspurningurin fer at minka, eins og geopolitiski ófriðurin økir um óvissuna fyri føroyska útflutningin. Við støði í hesum metir Váðaráðið tað í løtuni ikki vera høvi til at viðmæla eina hækkan av kontrasykliska kapitalbuffaranum. Føroya Váðaráð metir tað ikki vera greið tekin um at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum.
Føroyski búskapurin er í framgongd, men útlansvøksturin er minkaður síðani í summar, og var 6,2% í januar 2022 hjá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans, meðan hann var lækkaður niður í 3,3% hjá teimum føroysku bankunum. Vøksturin í útlánunum frá føroysku bankunum stavar fyrst og fremst frá øktum útlánsvirksemi til kommunur og harafturat er fíggingin til bæði privatar og almennar fyritøkur økt. Føroysku bankarnir hava lænt meira pening út til vinnuna innan millum annað fastogn, bygging, handil og flutning. Húsarhaldini stovna framvegis nýggj realkredittlán og tað er við til at toga samlaða útlánsvøksturin upp, men útlánsvøksturin er tó sum heild lækkaður hjá bæði teimum føroysku bankunum eina og hjá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans síðani í august 2021.
Føroyski búskapurin er eyðkendur av at hava verið í hákonjunkturi í mong ár og 2021 var einki undantak, tí búskapurin hevur longu rokkið støðið undan Covid-19 á fleiri økjum. Hetta sæst millum annað á høgu lønargjaldingunum, methøgu útflutningsvirðunum og lága arbeiðsloysistalinum. Trot á arbeiðsmegi ger seg enn galdandi, men er partvíst loyst við nýggju fast-track skipanini, ið sostatt er við til at tálma eitt lønartrýst. Sethúsaprísirnir eru øktir við 20% í miðal fyri alt landið í 2021 í mun til árið fyri, men teir møguliga varandi høgu prísirnir á orku og rávørum kunnu, saman við útliti til møguligar rentuhækkingar, fara at tálma nýtsluna hjá húsarhaldunum í hesum árinum, umframt gjaldsviljan hjá teimum, ið ynskja at ogna sær eini hús.
Váðaráðið metti á seinasta fundi, at táverandi veksandi útlánsvøksturin, hækkandi sethúsaprísirnir og høga ferðin í búskapinum, ið millum annað kom til sjóndar í stóra trotinum á arbeiðsmegi, kundu elva til, at váðar stungu seg upp, so tørvur varð á at hækka kontrasykliska kapitalbuffaran, um vøksturin í útlánunum helt fram. Váðaráðið metir, at henda gongd longu er vend av tí at útlánsvøksturin er minkaður og tí trýstið á búskapin tykist at minka so hvørt sum fløskuhálsar á arbeiðsmarknaðinum loysast í summum vinnum. Samstundis kann økta inflasjónin minka um innlendis eftirspurningin og harafturat er geopolitiski ófriðurin við til at økja um óvissuna fyri føroyska útflutningin munandi, tí stórur partur av vøruútflutninginum fer til Russland. Váðaráðið metir tað tískil í løtuni ikki vera høvi til, at viðmæla eina hækking av kontrasykliska kapitalbuffaranum.
Føroya Váðaráð metir tað ikki vera greið tekin um at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum. Fløskuhálsar gera seg enn galdandi á bústaðarmarknaðinum og Váðaráðið heldur tískil framhaldandi eyga við gongdini í sethúsaprísunum og skuldini hjá húsarhaldunum.
Onnur viðurskifti
Føroya Váðaráð hevur á fundinum umrøtt evnið nettrygd.