Tíðindaskriv
Føroya váðaráð hevur hildið triðja fundin. Eingi greið tekin eru um systemiskar váðar í føroysku peningastovnunum; tað metir Føroya váðaráð. Samlaðu útlánini í mun til BTÚ hava verið lækkandi síðan 2008, og útlánsvøksturin til húsarhald og privatu vinnuna er lítil. Útlánsvøksturin til kommunurnar er øktur, men útlán til kommunur hava ikki sama váða sum útlán til privata geiran. Gongdin í sethúsaprísunum líkist teimum príshækkingum á sethúsum, ið vóru undan fíggjarkreppuni, men aðrir indikatorar eru minni enn so á sama stigi, sum teir vóru í 2006-2008. Høgu sethúsaprísirnir kunnu tó vera ein váði hjá teimum, ið ogna sær bústað á fyrsta sinni. Innlánini hjá kommununum í bankunum eru vaksandi, men hóast tað í sjálvum sær ikki er ein systemiskur váði, ger Føroya váðaráð vart við, at almennir myndugleikar ikki eru fevndir av innskjótaragarantiskipanini.
Eingi greið tekin eru um systemiskar váðar
Tá ið væl gongst í búskapinum, kann ov stórt bjartskygni taka seg upp og medvirka til, at systemiskir váðar verða bygdir upp. Ov stórt bjartskygni kann hava við sær, at váðin verður undirmettur, og tá ið búskapargongdin vendir, kann fatanin av váða brádliga broytast. Hetta kann eitt nú vísa seg við lækkandi sethúsaprísum. Ein negativur stoytur til búskapin kann hava við sær lægri búskaparligt virksemi og inntøkur, og tað økir um vandan fyri tapi í bankunum.
Tekin er kortini eingi um ov stórt bjartskygni í føroysku bankunum. Útlánini hjá bankunum í mun til samlaða búskapin (BTÚ) hava verið lækkandi síðan 2008. Útlánsvøksturin hjá peningastovnunum er positivur, men vøksturin í útlánum til privatu vinnuna er minkaður síðan á sumri 2017, og vøksturin í útlánum til húsarhald hækkar eitt lítið vet, men er á einum lágum stigi. Samstundis vaksa innlánini í bankunum frá bæði vinnu og húsarhaldum. Har eru tí eingi greið tekin um ovurstóra kredittveiting frá føroysku peningastovnunum. Ferðin, sum útlánini til kommunurnar vaksa við, er nógv økt, men útlán til kommunur hava ikki sama kredittváða sum útlán til privata geiran.
Bankarnir hava slakað kredittkrøvini. Tað sæst millum annað við, at sethúsaprísirnir eru hækkaðir skjótari enn tøka inntøkan. Meirrentan á nýútlánum er lækkað nógv síðan august 2015 til bæði húsarhald og vinnu, men hevur síðan á sumri 2017 verið støðug. Ein lækkandi meirrenta er tekin um økta kapping millum peningastovnarnar um útlánini og um, at kredittkrøvini eru slakað. Gongdin í sethúsaprísunum líkist teimum príshækkingum á sethúsum, ið vóru undan fíggjarkreppuni, men hinir indikatorarnir (útlánsvøkstur og útlán í mun til BTÚ), eru minni enn so á sama stigi, sum teir vóru á í 2006-2008. Høgu sethúsaprísirnir kunnu tó vera ein váði hjá teimum, ið ogna sær bústað á fyrsta sinni.
Ráðið er komið til ta niðurstøðu, at í løtuni eru eingi greið tekin um, at systemiskir váðar verða bygdir upp í føroysku peningastovnunum.
Onnur evni
Váðaráðið hevur umrøtt pensiónsuppsparingina hjá føroyingum og innlánini hjá kommununum
Samlaða pensiónsuppsparingin hjá føroyingum í pensiónsfeløgum og peningastovnum er um leið 7,2 mia. kr. Um uppsparing á pensiónskontum í bankunum, sum er 100% tryggjað við innskjótaragarantiskipanini, ikki verður tald við, er meginparturin av pensiónsuppsparingini (87%), plasserað í útlondum. At meginparturin av pensiónsuppsparingini er plasserað uttan fyri Føroyar, minkar munandi um váðan fyri at uppsparda pensiónin kann fara fyri skeytið, skuldi ein negativur stoytur rakt føroyska búskapin.
Kommunurnar hava við árslok 2017 eina skuldarbyrðu, sum er 21% (tað er bruttoskuld frároknað gjaldførið í mun til skattainntøkurnar). Samlaða skuldarbyrðan hjá kommununum er minkað, tí inntøkurnar hjá kommununum eru øktar lutfalsliga skjótari enn skuldin. Innlánini hjá kommununum hava verið støðugt vaksandi síðan 2014, og í august 2018 vóru samlaðu innlánini á leið 600 mió. kr. At innlánini hjá kommununum økjast er ikki tekin um systemiskan váða, men Váðaráðið ger vart við, at almennir myndugleikar ikki eru fevndir av innskjótaragarantiskipanini.