Nevnd

Nevndin er skipað við 5. Nevndarlimir eru valdir í eitt trý ára tíðarskeið í senn og kunnu í mesta lagi veljast fýra ferðir.

Í minsta lagi tríggir nevndarlimir skulu vera búskaparfrøðingar við kandidatútbúgving frá hægri lærustovni. Nevndarlimirnir skulu hava fakligar førleikar innan eitt ella fleiri av økjunum: búskaparfrøði, fígging og kredittmeting, føroyskt vinnulív og skulu eisini hava innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum setur nevndarlimirnar eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya. Landsstýrismaðurin velur formannin.

Nevndarlimir

Johnny í Grótinum

Johnny í Grótinum, formaður.

Johnny í Grótinum er námslektari í búskaparfrøði á Fróðskaparsetur Føroya. Johnny er útbúgvin cand.polit frá Københavns Universitet í 2003. Hann hevur drúgvar arbeiðsroyndir innan leiðslu og virðisbrævaumsiting frá bankum umframt leiðsluroyndir frá almennum stovnum. Johnny hevur sostatt holla vitan um føroyska fíggjargeiran og búskapin. Umframt starvið sum námslektari á Setrinum, er Johnny í Grótinum stjóri í egnari fyritøku, sum ber navnið Í Grótinum.

Anja Rein

Anja Rein er útbúgving bankafólk og hevur eina master í leiðslu og eina nevndarútbúgving frá CBS. Anja er stjóri í Demich og er nevndarlimur í Jarðhita. Anja hevur meira enn 24 ára royndir í fíggjargeiranum og hevur røkt leiðslustørv í Føroya Banka í meira enn 16 ár. Hon hevur drúgvar royndir við strategiskari og operativari leiðslu, broytingarleiðslu, menning av starvsfólki og arbeiðsmentan. Anja er virkin í føroyskum og altjóða fótbólti sum nevndarlimur í FSF og limur í Football Committe hjá UEFA

Jan Otto Holm

Jan Otto Holm, nevndar-/ráðslimur. Jan Otto Holm er útbúgvin Cand.merc. innan fígging og roknskap í 1995. Hann hevur arbeitt innan virðisbræva- og fíggjarognarumsiting hjá bankum og tryggingarfeløgum í Føroyum og í Danmark. Í dag hevur Jan Otto sítt egna virki, Sp.f. JOSH, sum veitir ráðgeving innan fíggjar- og íløguvirðuskifti. Harumframt undirvísir Jan Otto á handilsskúlanum og bankaskúlanum. Hann hevur sostatt holla vitan um føroyska fíggjargeiran, tryggingarvirksemi og búskapin. Jan Otto Holm er harumframt Nevndarformaður í KJ Hydraulik og íløgustjóri í Lívsverk.

Marjun Weihe Thomassen

Marjun Weihe Thomassen, er stjóri í Landsverk. Marjun er útbúgvin cand. merc. í Applied Economics and Finance í 2005. Umframt útbúgvingina í búskaparfrøði hevur Marjun tikið eina bankaráðgevara útbúgving. Marjun hevur arbeitt innan virðisbrævaumsiting og røkt og hevur drúgvar royndir sum fíggjarleiðari. Sum stjóri í Landsverk er Marjun W. Thomassen eisini forkvinna í Byggiharrasamtak Føroya, Forkvinna í Tunnel society og forkvinna í NVF Føroyar (Nordic Road Association)

 

Hans Ellefsen

Hans Ellefsen, phd. og lektari í búskaparfrøði. Hann er varadekanur á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, har hann millum annað granskar í umsiting og býti av felags uppsjóvarfiskatilfeingi í Norðuratlantshavi. Eisini hevur hann granskað í útluting av fiskirættindum og tilfeingisrentu í fiskivinnu og aling. Hans hevur m.a. arbeitt í Landsbankanum, Føroya Banka og Fiskimálaráðnum. Hans hevur sostatt holla vitan um føroyska fiskivinnu og búskapin sum heild. Hann hevur part í felagnum Í/F Hans Ellefsen og Annleyg Lamhauge, sum fæst við ráðgevara uppgávur.