Landsins lántøka skal vera til marknaðarkor og líka síðani fyrst í 90’unum hevur landið tikið lán vit at útgeva lánsbrøv. Í dag verða lánsbrøvini, sum vera útgivin, eisini skrásett á keypsskála bæði í Íslandi og í Keypmannahavn. At lánsbrøvini eru skrásett á keypsskála ger at tað eru fleiri íleggjarar, sum hava møguleika at keypa hesi.
Fleiri ymisk atlit vera tikin, tá landið tekur lán, millum annað at:
- Fíggjarkostnaðurin eigur at vera minst møguligur
- At miðja eftir at ein partur av skuldini er langfreistað, so landskassin ikki skal endurfíggjað ov stóran part av skuldini í einum, og harvið átaka sær ov stóran endurfíggingarváða og samstundis er tað ein trygging ímóti ógvisligum rentuhækkingum á fíggjarlógini frá ári til árs.
- Miðað verður ímóti at útgávurnar eru í minsta lagi 1 mia. kr. í hvørjari lánsbrævarøð fyri at minka um gjaldførispremiuna og tí fleiri keyparar eru ikki áhugaðir, um tillutaðu upphæddirnar eru ov smáar.
- Miða ímóti at vera á marknaðinum í minsta lagi annað hvørt ár, fyri javnan at verða á marknaðinum, og harvið hava samband við íleggjarar.
- Fíggjaramboð kunnu nýtast, um tað minkar um váðan og fíggjarkostnaðin. Tó verður tað lagt fyri landsbankanevndina í hvørjum einstøkum føri.
Flestu av grannalondunum hava longri afturgjaldstíð enn Føroyar (septembur 2024):
(Kelda: Nordea Market)