Á fimta fundinum viðgjørdi Føroya Váðaráð millum annað útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum. Útlánini hjá bankunum í 2018 vuksu skjótari enn BTÚ, og útlánsvøksturin heldur fram at vaksa. Serliga er tað hjá kommunum og almennum fyritøkum at útlánini vaksa, og tað hevur minni váða við sær enn útlán til privatu vinnuna. Tí er niðurstøðan hjá Føroya Váðaráði framvegis, at eingi greið tekin er um, at systemiskir váðar eru við at taka seg upp í føroyska fíggjargeiranum, men at Váðaráðið heldur neyvt eyga við vaksandi útlánsvøkstrinum.
Sonevndu NEP krøvini vóru eisini umrødd á fundinum. NEP kapitalur tryggjar, at SIFI peningastovnar uttan hjálp frá tí almenna kunnu endurreisast og sleppa aftur á marknaðin við nøktandi kapitali í eini trongstøðu. Hóast NEP reglurnar í høvuðsheitum eru tær somu fyri danskar og føroyskar peningastovnar, er munurin tann, at váðavektað ogn verður roknað ymiskt í donskum SIFI-bankum samanborið við føroysku SIFI-bankarnar. Hetta merkir, at veruligu krøvini í Føroyum eru lutfalsliga strangari.
Danska vinnumálaráðið hevur gjørt lógaruppskot um at broyta markvirði fyri, nær føroyskir peningastovnar skulu roknast sum SIFI peningastovnar, og Føroya Váðaráð hevur gjørt viðmerkingar til lógaruppskotið.
Innlán hjá føroyskum peningastovnum vóru umleið 17 mia. kr. við endan á 2018, meðan útlánini um somu tíð vóru umleið 15,5 mia. kr. Føroysku bankarnir høvdu sostatt eitt innlánsyvirskot á 1,5 mia. kr. við ársenda 2018. Verða deildirnar hjá BankNordik í Danmark og Grønlandi taldar við, er innlánsyvirskotið tilsamans umleið 4,2 mia. kr. Innlánsyvirskotið í donsku og grønlendsku deildunum hjá BankNordik kann brúkast sum útlán í Føroyum og øvut. Innlánini hjá føroyskum peningastovnum, íroknað deildirnar hjá BankNordik uttanfyri Føroyar, vóru sostatt 25 mia. kr. við endan á 2018, meðan útlánini vóru 20,8 mia. kr.
Í 2018 eru útlánini vaksin við 864 mió. kr. (ein vøkstur á sløk 6 prosent), meðan innlánini eru vaksin við 700 mió. kr. (ein vøkstur á 4 prosent). Innlánsyvirskotið er sostatt minkað við umleið 160 mió. kr. frá ársenda 2017 til ársenda 2018.
Vøksturin í BTÚ var sambært Hagstovuni 2,4 prosent í 2018. Tilsamans vuksu útlán hjá bankunum í 2018 skjótari enn vøksturin í BTÚ. Útlánsvøksturin er framvegis vaksandi. Útlánini vaksa mest hjá kommunum (20 prosent frá ársenda 2017 til ársenda 2018, ella við umleið 175 mió. kr.) og almennum fyritøkum (30 prosent í sama tíðarskeiði, ella við 95 mió. kr.). Tilsamans vóru útlán til almennar fyritøkur næstan hálva mia. kr. og til kommunur umleið 1 mia. kr. við endan á 2018.
Útlán til privatu vinnuna eru vaksin við umleið 7,5 prosent frá ársenda 2017 til ársenda 2018. Útlán til primeru vinnuna (tilfeingisvinnuna) vaksa ikki merkisvert, meðan útlán til sekunderu og tertieru vinnurnar vaksa meira. Útlán frá føroyskum peningastovnum til tertieru vinnuna eru tilsamans 3 mia. kr., meðan útlánini til primeru og sekunderu vinnurnar eru umleið 1 mia. kr. hvør. Serliga eru tað útlán til hotel-, matstovu og byggivinnu, sum eru vaksandi.
Niðurstøðan hjá Føroya Váðaráði er framvegis, at eingi greið tekin eru um, at systemiskir váðar eru við at taka seg upp í føroyskum peningastovnum. Føroya Váðaráð heldur tó eyga við vaksandi útlánsvøkstrinum, sum nú kann eygleiðast hjá bankunum.
Onnur evni
Krøv til NEP kapital
Anne-Sofie Reng Japhetson, skrivstovustjóri hjá fíggjareftirlitinum, luttók á fundinum eftir umbøn frá Føroya Váðaráði. Váðaráðið vildi hava eina neyvari gjøgnumgongd av kapitalkrøvunum, sum verða sett føroyskum peningastovnum – serliga NEP krøvunum.
Anne Sofie Reng Japhetson vísti á, at somu krøv verða í útgangsstøðinum sett føroyskum peningastovnum sum øllum peningastovnum í ES; tað vil siga krøv til solvens, buffarar og NEP krøv. NEP stendur fyri Nedskrivnings Egnede Passiver. Tað er skuld, sum kann rúma einum tapi, ella sum kann gerast um til eginkapital í eini avtøku.
Í sambandi við NEP-krøv er ein munur á føroyskum og donskum peningastovnum. Hvørki kontrasykliski buffarin ella systemiski buffarin skulu teljast við í kravið til NEP kapital í Føroyum. Í Danmark skal systemiski buffarin hinvegin teljast við, meðan kontrasykliski buffarin ikki verður taldur við.
NEP kapitalur skal tryggja, at ein SIFI peningastovnur í eini trongstøðu skal kunna endurreisast og sleppa aftur á marknaðin við so nógvum eginpeningi, at marknaðurin framvegis kann hava álit á honum. Tá ið peningastovnurin verður endurreistur skal hetta í útgangsstøðinum henda uttan almennan stuðul.
Eginpeningurin skal kunna endurreisast við niðurskriving og við at gera skuld um til eginpening (tvs. gjøgnum NEP kapitalin). Myndugleikarnir hava gjørt av, at nøktandi kapitalur er, tá ið ”nýggi” bankin hevur kapital at nøkta solvenstørvin og teir báðar buffararnar: kapitalverjubuffaran og SIFI buffaran, tá ið hann aftur skal út á marknaðin. Tí er NEP kravið hægri fyri SIFI peningastovnar enn fyri aðrar bankar, sum í eini trongstøðu høvdu farið á ein skipaðan húsagang.
Somu krøv eru so at siga galdandi fyri føroyskar sum fyri danskar SIFI peningastovnar. Váðavektað ogn sum prosent av samlaðu fíggjarstøðuni er tó væl størri fyri føroyskar SIFI peningastovnar samanborið við danskar SIFI peningastovnar. Munurin kemur millum annað av, at donsku bankarnir eru nógv størri enn teir føroysku, og at teir brúka sín egna leist at rokna út váðavektaða ogn, meðan teir føroysku brúka ein standard frymil.
Uppskot um at broyta markvirði fyri føroyskar SIFI bankar
Danska vinnumálaráðið hevur gjørt lógaruppskot um at broyta markvirðini, sum skilmarka nær ein føroyskur peningastovnur er SIFI peningastovnur.
Í dag er ein peningastovnur SIFI peningastovnur um:
Peningastovnarnir skulu bara fara út um eitt av markvirðunum fyri at verða eyðmerktur SIFI peningastovnur.
Uppskotið er nú at broyta markvirðini soleiðis, at ein peningastovnur er SIFI peningastovnur um:
Á fundinum viðgjørdi váðaráðið broytingaruppskotið, og gjørdi viðmerkingar. Viðmerkingar til eitt lógaruppskot, sum er galdandi á donskum málsøki kann sambært lóg um Landsbanka Føroya og Føroya Váðaráð bara latast sum viðmerking til danska váðaráðið. Føroya Váðaráð skal samstundis upplýsa Føroya Landsstýri. Føroya Váðaráð hevur sent viðmerkingar til lógaruppskotið til danska váðaráðið og til landsstýrið.
Les eisini:
Møde i Det Systemiske Risikoråd
og
Kapitalkrøvini til føroyskar peningastovnar skulu kannast nærri