Føroya Váðaráð hevur havt tíggunda fundin og metur framvegis ikki, at tekin eru um systemiskar váðar í føroyska bankageiranum. Bankarnir eru væl fyri at veita neyðugu hjálpina til húsarhald og fyritøkur, ið eru raktar av korona-tilbúgvingini.
Útlánsvøksturin í føroyska bankageiranum er framhaldandi lágur, serliga tá ið hugsað verður um, at BTÚ øktist við 9% í 2019 í mun til árið fyri. Samlaðu útlánini hjá føroysku peningastovnunum (roknskapartøl) vóru 89% av BTÚ í 2019 samaborið við 96% í 2018. Útlánsvøksturin hjá føroysku peningastovnunum var 0% við ársenda 2019 og 3% tá donsku peninga- og realkredittstovnarnir eru taldir við. Henda gongdin hevur eisini gjørt seg galdandi fyrsta ársfjórðing í 2020.
Innlánsvøksturin er somuleiðis lækkandi. Serliga hevur privata vinnan lækkað síni innlán í bankunum, men innlánsvøksturin er eisini lækkandi hjá húsarhaldunum, hóast hann enn er positivur. Orsøkin kann vera tann, at vinnan og húsarhaldini í størri mun eru farin at gjalda niður skuld, ístaðin fyri at seta pening á bók, nú ið bankarnir hava ásett negativar rentur fyri at hava pengar á bók.
Lækkandi inn- og útlánsvøkstur er ikki ein váði fyri peningastovnarnar, tvørturímóti, men Føroya Váðaráð heldur framhaldandi eyga við viðurskiftum, ið kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið; eitt nú inn- og útlánsvøksturin.
Føroysku bankarnir eru væl fyri at veita neyðugu hjálpina til húsarhald og fyritøkur, ið hava tørv á fyribils at fáa linkað lánitreytir í sambandi við korona; til dømis at veita avdráttarskáar. Støðan kann tó broytast, um korona-kreppan heldur longri á, enn væntað. Verður niðurgongdin í útflutninginum enn verri, kann avleiðingin verða hækkandi arbeiðsloysi. Hvussu skjótt føroyski búskapurin fótar sær aftur er ringt at meta um í núverandi støðu, men summi av okkara samhandilslondum eru spakuliga við at lata upp aftur.
Føroya Váðaráð heldur ikki, at nøkur greið tekin eru um systemiskar váðar í føroysku bankunum, men heldur framhaldandi eyga við viðurskiftum, ið hava týdning fyri fíggjarliga støðufestið.
Onnur evni
ES hevur broytt fyriskipan fyri kreppuhandfaring hjá peningastovnum (BRRD II), ið inniber, at eitt ovara mark fyri kravið um subordination verður ásett. Hetta merkir, at kravið um, hvat slag av kapitali skal lúka sonevndu NEP-krøvini, verður linkað. Broytingin inniber, at ein partur av kravinum kann fíggjast við vanligari senior-skuld. Nýggja ásetingin verður sett í verk í danskari lóggávu í seinasta lagið 28. desember 2020. Føroya Váðaráð mælir til at hendan lógarbroyting eisini verður framd í Føroyum.
Føroya Váðaráð umrøddi føroyska tryggingar- og pensjónsgeiran og ráðið fer á komandi fundum at hyggja nærri at tryggingargeiranum. Í pensjónsgeiranum eru flestu pensjónirnar farnar yvir til marknaðarrentu, og tað ger, at váðin í feløgunum er minkaður munandi. Tó liggur ein váði í LÍV III, av tí at landskassin garanterar eitt avkast á 4,5%. Í verandi støðu fer at mangla 1,3 mia. kr., sum landskassin heftir fyri. Hetta fer tó ikki at gera seg galdandi fyrr enn í byrjanini av 2030’unum.