Íløgustrategi

Nevndin í landsbankanum ger ásetingarnar, sum landsbankin fyrisitir íløgurøktina eftir.

Íløgustrategiin og íløguheimildin er tilevnað útfrá málsetninginum um at fáa eitt so gott avkast sum gjørligt við tí váða sum er rímiligur og avtalaður.

Fyri at kunna tilevna eina strategi, við fyritreytum um, hvussu landsbankin kann fáa eitt gott avkast við einum hóskandi váða, so kannar landsbankin íløguheimin, tað er teir ymsu aktivklassarnar sum partabrøv, statslánsbrøv, realkreditlánsbrøv, virkislánsbrøv, hárentulánsbrøv, menningarlandalánsbrøv og alternativar íløgur.

Landsbankin kunnar seg í fyrsta lagi um væntaða avkastið og váðaeginleikarnar hjá fyri einstøku aktivklassunum.

Landsbankin kunnar seg somuleiðis um samvariatiónina millum hesar aktivklassarnar. Hetta verður gjørt fyri at gera eina samanseting av íløgum, har øll aktiv ikki hækka og lækka í virði samstundis. Miðað verður ímóti at velja aktiv, har nøkur hækka í virði, tá onnur lækka í virði, og harvið minka váðan í tann mun tað er gjørligt.

Landskassin tekur somuleiðis atlit til varleikan á skuld landskassans, so at varleikin á gjaldføri landskassans sett í stat- og realkreditlánsbrøv, ikki víkir ov nógv frá varleikanum á skuld landskassans. Harvið kann samlaði váðin á gjaldføri og skuld landskassan minka.

Heimildin sæst her.