Lýsing av landins gjaldføri

Landsins gjaldføri er alt gjaldførið hjá landsumsitingini, landsstovnum og øðrum stovnum, sum eru fevndir av løgtingslógini um almennan roknskap.

Landsins gjaldføri er kassapeningur, innistandandi í peningastovni, ótrektir kredittir í peningastovnum og óveðsettar virðisbrævaognir.

Endamál

Umsiting av landsins gjaldføri hevur sum endamál:

  • at landið altíð hevur neyðugt gjaldføri tøkt til at rinda sínar skyldur
  • at landsins gjaldføri verður fyrisitið væl við atliti til tryggleika og
  • at landsins gjaldføri verður rentað til marknaðarkor

Ásetingar um landsins gjaldføri eru at finna í løgtingslógini um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð í grein 10 – 12. Sambært grein 11, stk. 1 skal landið hava eitt gjaldføri, sum svarar til minst 15% av bruttotjóðarúrtøkuni í undanfarna ári.

Dagliga gjalføri:
Dagliga gjaldføri er gjaldførið, sum landið og stovnar undir landinum hava til rakstur. Gjaldførið til dagliga raksturin er sett í føroyskar peningastovnar. Sí ásetingar um innistandandi í føroysku peningastovunum her

Minstagjaldføri:
Høvuðsendamálið við minstagjaldførinum er at tryggja rakstur landskassans í ringum tíðum við lítlum skatta- og avgjaldsinntøkum.

Harumframt er endamálið at geva landsstýrinum møguleika at bøta um rakstur landskassans í ringum tíðum, so landskassin við inntrivum kann fáa hallið minni, og harvið tryggja betri lánstreytir.

Seinastu árini hevur minstagjaldførið eisini verið nýtt í lántøkustrategiini, so lántøkan í einum einstøkum ári ikki er størri enn minstagjaldførið. Soleiðis verður tryggjað, at landið altíð hevur pening tøkan til næsta avdrátt.

Innanfyri góðtikin váðamørk, verður gjaldførið brúkt til at gera íløgur í virðisbrøv, so avkastið verður best møguligt. Gjaldførið verður í stóran mun sett í lætt umsetilig virðisbrøv (statslánsbrøv og realkreditlánsbrøv). Sí íløguheimildina her.