Uppgávan hjá váðaráðnum er at eyðmerkja og hava eftirlit við systemiskum fíggjarligum váðum í Føroyum í síni heild. Ráðið er ráðgevandi og ráðgevur myndugleikum á økinum um, hvussu ein systemiskur fíggjarligur váði skal viðgerast. Til hetta hevur ráðið fýra amboð:

Eygbering:
Í hesum føri metir váðaráðið, at ábending er um, at ávís viðurskifti kunnu økja systemisku váðamyndina, og neyðugt verður at halda neyvt eyga við tí. Ein eygbering er vanliga almenn og nýtist ikki at vera rættað ímóti ávísum myndugleika.


Ávaring:
Ein áskoðan, borin fram sum ein ávaring, hevur størri formliga styrki enn ein eygbering. Tá ið talan er um ávaring, metir váðaráðið, at greið tekin eru um vaksandi systemiskar fíggjarligar váðar, og mælt verður til at taka stig til tess at bøta um viðurskiftini. Ávaringar kunnu verða rættaðar móti einum ella fleiri myndugleikum, og tann, ið fær ávaringina, hevur skyldu til innan 3 mánaðir at koma við almennari frágreiðing, har mett verður um ávaringina og í hvønn mun, neyðugt verður at fara víðari, antin við neyvari kanningum ella ítøkiligum broytingum.
 

Tilmæli:
Eitt tilmæli frá váðaráðnum hevur størri formliga styrki enn ein ávaring. Tilmælið er eitt ítøkiligt uppskot um broyting, ið váðaráðið metir vera neyðugt at seta í verk til tess at avmarka fíggjarligar váðar. Tilmælið kann vera rættað móti einum ella fleiri myndugleikum, og móttakari av tilmæli hevur síðan skyldu til, áðrenn 3 mánaðir er farnir, antin at seta tilmæltu broytingarnar í verk ella koma við frágreiðing, har grundgivið verður fyri, hví tilmælið ikki verður fylgt.

 

Úttalisli:
Váðaráðið kann úttala seg um fíggjarlig viðurskifti, sum viðvíkja donskum ábyrgdarøkjum innan fíggjarøkið. Hesi úttalilsir eru ikki almenn og vera latin til Det Systemiske Risikoråd í Danmark, samstundis sum landsstýrið verður kunnað.