06.12.2024 - 16:00

Fundur í Føroya Váðaráði 29. novembur 2024

Føroya Váðaráð hevur hildið áttaogtjúgunda fundin og metir, at tað ikki eru tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum. Tað eru framvegis tekin um framgongd í føroyska búskapinum, sum millum annað er stuðlað av privatu nýtsluni. Húsarhaldini hava fingið lønarhækkingar og skattalættar, og privata nýtslan er ikki stórvegis minkað nevnivert sambært hagtølunum fyri kortbókingar, hóast lønarhækkingarnar enn ikki hava vunnið alla keypiorkuna inn aftur, sum er mist síðani inflatiónin byrjaði at veksa. Útlánsvøksturin í føroysku bankunum var 4,3% í september 2024 og stavar framvegis frá útlánum til almenn feløg og kommunur, meðan útlánsvøksturin til privatar fyritøkur er negativur.

Tað eru framvegis tekin á framgongd í føroyska búskapinum, og tað er millum annað stuðlað av privatu nýtsluni. Arbeiðsmarknaðurin er stinnur og arbeiðsloysið er lágt. Arbeiðsloysið var 0,8% i oktober 2024, meðan árligu lønargjaldingarnar vuksu 6%. Húsarhaldini hava fingið lønarhækkingar og skattalættar. Lønarhækkingarnar hava enn ikki vunnið alla keypiorkuna inn aftur, sum er mist síðani inflatiónin byrjaði at veksa í 2022, men hagtølini fyri kortbókingar vísa, at føroyingarnir ikki stórvegis hava minkað um nýtsluna, hóast hon hevur flutt seg eitt sindur burtur frá klæðum, skóm og húsarhaldsútgerð yvir í matvørur. Inflatiónin er lækkað niður í 1,7% í triðja ársfjórðingi 2024; millum annað togað niður av rentulækkingini, som varð fráboðað í juni 2024. Eftirfylgjandi hava tað verið tvær rentulækkingar afturat, som væntandi fara at toga brúkaraprístalið niður í fjórða ársfjórðingi 2024. Tað er framvegis avlop á handiljavnanum hóast útflutningurin higartil hevur verið lægri í 2024 samanborið við2023, og tað kemur av, at tað samstundis er hend ein lækking í innflutninginum.

Tað er vøkstur í sethúsaprísunum kring alt landið, og talið av sølum liggur á sama støði í 2024, sum í árunum frammanundan. Sethúsarentan var í miðal 4,99% í føroysku bankunum í september 2024, meðan hon var 3,72% íroknað bidrag á donskum realkredittlánum, sum føroysk húsarhald hava sum sethúsafígging. Miðalrentan á realkredittlánunum er hækkað eitt vet síðani á várið 2024, og tað kemur av, at summi húsarhald hava havt realkredittlán við lágari rentu í einum rentubindingartíðarskeiði, sum nú er liðið og endurfíggjað til eina hægri rentu. Útlánskanning Landsbankans vísir, at føroysku bankarnir ikki meta tað vera broyting í eftirspurninginum eftir fígging frá hvørki privat- ella vinnukundunum, hóast tað hava verið fráboðað fleiri rentulækkingar síðani á sumri 2024, men eftirspurningurin eftir fígging er øktur eitt vet frá nýggjum privatkundum.     

Útlánsvøksturin í føroysku bankunum var 4,3% í september 2024. Útlánsvøksturin er minkaður støðugt síðani árslok 2023, tá ið hann var á hægsta støði í 10 ár. Vøksturin á útlánunum frá donsku realkredittstovnunum til føroyingar var framvegis negativur; hann var -6,8% í september 2024. Útlánsvøksturin var 3,5% frá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans í september 2024, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal.  Útlánsvøksturin til húsarhaldini frá føroysku bankunum var 6,7% í september 2024, meðan hann var -2,6% til vinnuna tilsamans, men -4,5% til privatu vinnuna og 20,2% til almenn feløg. Útlánsvøksturin í føroysku bankunum stavar sostatt framvegis frá útlánum til almennar fyritøkur og kommunur, og síðani til húsarhald. Árligi vøksturin í útlánum frá bankunum til kommunurnar var 9,6% í september 2024. Samlaða skuldin hjá kommununum var 1,7 mia. kr. í september 2024.

Úrslitini hjá føroysku bankunum áðrenn skatt vóru munandi hægri í 2023 samanborið við undanfarnu ár. Tað kemur millum annað av eini betri grundinntøku, og at kursjavningar og lægri niðurskrivingar hava betrað um úrslitini fyri árið 2023. Vøksturin í grundinntøkuni stavar frá einum størri rentumarginali.

Innlánini í føroysku bankunum frá føroyskum kundum høvdu ein árligan vøkstur á 2,7% í september 2024 roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal. Innlánini frá húsarhaldunum hava verið støðugt veksandi síðani á vári 2023 og innlánsvøksturin var 6,1% hjá húsarhaldunum í september 2024. Samlaða innlánsvyirskotið hjá føroysku bankunum var 1,4 mia. kr. í september 2024.

Føroya Váðaráð metir sostatt, at tað ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum, og heldur framvegis eyga við viðurskiftum, sum kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum.

Onnu evnir

Kredittskráin  

Føroya Váðaráð hevur umvegis kredittskránna kannað støddina av skuld samaborið við pantvirðið á øllum útlánum í føroysku bankunum (íroknað skuld hjá føroyingum í donskum realkredittstovnum). Føroya Váðaráð hevur hugt eftir, hvussu stór skuldin er samanborið við pantvirðið á samlaðu útlánunum og á nýútlánunum. Váðaráðið hevur harafturat kannað, hvussu skuldin sær út hjá teimum, sum hava eina skuld omanfyri 2 mio. kr. og samstundis skylda meir enn 5 ferðir árligu bruttoinntøkuna hjá húsarhaldinum. Flestu húsarhaldini, sum skylda meir enn 2 mio. kr. og hava eitt skuldarlutfall omanfyri 5, hava eina broytiliga rentu, men gjalda samstundis niður á skuldina, og tað ger tey meira fíggjarliga mótstøðufør.

Nettrygd

Føroya Váðaráð hevur fingið kunning um netttrygdarætlanina, og hvar í tilgondini føroysku myndugleikarnir eru í málinum um at seta á stovn og seta í verk tilbúgvingina fyri nettrygd.