03-12-2018 - 00:00

Fundur í Føroya váðaráðið, 20. november 2018

Føroya váðaráð hevur hildið fjórða fundin. Ráðið metir framvegis, at ongar greiðar ábendingar eru um systemiskar váðar í føroysku peningastovnunum. Útlánsvøksturin er vaksandi, men meginparturin stavar frá útlánum til kommunur og fyritøkur undir almennum ræði. Váðaráðið ger vart við, at førdi makrobúskaparligi politikkurin eigur at hava atlit at tí veruleika, at búskaparliga gongdin kann venda. Innlánini hjá tí almenna vóru oman fyri 2 mia. kr. við árslok 2017. Váðaráðið mælir til at hugt verður at hvar almennu stovnarnir og feløg skulu seta sínar pengar.

Enn eingi greið tekin um systemiskar váðar

Framvegis gongst væl í føroyska búskapinum, og hákonjunktururin tykist at halda fram. Sum danski tjóðbankin vísir á í nýliga kunngjørdu búskaparfrágreiðingini, verður framgongdin mett at vera haldbetri enn undanfarnu hákonjunkturar í Føroyum.

Hetta sæst millum annað í útlánunum hjá føroysku peningastovnunum. Útlánsvøksturin í 2017 er ikki størri enn vøksturin í búskapinum, sum annars gjørdi um seg undan fíggjarkreppunum í 1992 og í 2008. Útláns-vøksturin er vaksandi, men verður hugt gjøllari at hesum útlánsvøkstri, eru tað útlán til fyritøkur undir almennum ræði og kommunur, ið stendur fyri meginpartinum.

Somuleiðis hava føroysku peningastovnarnir eitt stórt og vaksandi innlánsyvirskot. Innlánsyvirskotið hjá húsarhaldunum og privatu vinnuni er batnað nógv síðan árslok 2013.

Av tí at útlánsvøksturin er hækkandi, ger Váðaráðið tó vart við, at førdi makrobúskaparligi politikkurin eigur at hava atlit at tí veruleika, at búskapargongdin kann venda.

Diamanturin

Peningastovnarnir gera stutt innlán um til long útlán og hava tørv á at fáa fígging til vegar gjøgnum kapitalmarknaðirnar. Um kapitalmarknaðirnir tátta í, kunnu peningastovnarnir verða noyddir at minka um útlánini til húsarhaldini og privatu vinnuna, og tað kann fáa neiligar fylgjur fyri reala búskapin. Lyklatalið fyri sokallaðu umlagingina í gildistíðini (løbetidstransformation) hjá føroysku peningastovnunum hevur havt eina jaliga gongd síðan 2014.

Royndirnar vísa, at teir peningastovnarnir, ið fingu trupulleikar undir kreppuni, høvdu ávís felagseyðkenni. Tey vóru millum annað høgur útlánsvøkstur og lækkandi kredittgóðska, ovurbjartskygdar kredittváðametingar (millum annað í sambandi við útlán til fastognir) og vantandi stýring av ógvisligum eksponeringum. Fíggjareftirlitið hevur tí í sokallaða eftirlitsdiamantinum sett nøkur ýti, nær peningastovnar verða mettir at hava ov stóran váða. Allir teir føroysku peningastovnarnir liggja væl innan fyri hesi mørk, sí talvuna niðanfyri.

Ein ávísi (indikator), sum peikar á annan bógv enn omanfyri nevndu ávísar eru húsaprísirnir. Sethúsaprísirnir hækka í løtuni skjótari enn inntøkurnar. Serliga eru fermeturprísirnir á íbúðum í miðstaðarøkinum lutfalsliga høgir. Veksur útboðið av bústøðum, er tað ikki víst, at prísirnir fara at halda seg á tí høga stigi, ið nú er.

Onnu evni

Innlánini hjá tí almenna í føroysku peningastovnunum vóru við árslok 2017 oman fyri 2 mia. kr. Tað almenna fevnir um land, kommunur, sosialar grunnar og fyritøkur undir almennum ræði. Váðaráðið mælir til at hugt verður at hvar almennu stovnarnir og feløg skulu seta sínar pengar.