31-05-2019 - 15:00

Fundur í Føroya Váðaráði 20. mai 2019

Føroya Váðaráð hevur verið á fundi fyri sættu ferð. Føroya Váðaráð heldur ikki, at tekin eru um, at systemiskir váðar eru í umbúna í føroyska bankageiranum. Útlánsvøksturin økist tó framhaldandi og Føroya Váðaráð heldur tí eyga við, hvussu skjótt útlánini vaksa. Farið er undir at greina kapitalbuffaran í Føroyum, og tað verður gjørt í samstarvi millum Føroya Váðaráð og Det Systemiske Risikoråd í Danmark.

Samlaðu útlánini í mun til BTÚ vaksa, men eru kortini væl minni enn áðrenn undanfarnar kreppur. Í 2018 vuksu útlánini skjótari enn búskapurin, og tí eygleiðir Føroya Váðaráð útlánsvøksturin í føroyskum peningastovnum. Útlán til vinnuna sum heild vaksa ikki merkisvert, men útlánsvøksturin er stórur í einstøkum vinnugreinum, eitt nú í byggivinnuni. Útlán til kommunur og almennar fyritøkur vaksa skjótast.

Útlán til kommunur og almennar fyritøkur hava minni váða fyri peningastovnarnar enn útlán til privata geiran, men útláns­vøksturin til tað almenna kann vísa seg ikki at vera skynsamur í núverandi búskapar­gongd. Føroya Váðaráð heldur, at fíggjarpolitikkurin í verandi búskaparstøðu ikki eigur at stimbra eftirspurningin í búskapinum.

Útlán til vinnuna eru javnt býtt millum ymsar vinnugreinar. Tá ið útlán hjá peninga­stovn­um ikki eru savnað í einstøkum vinnum, eru peningastovnarnir minni viðkvæmir fyri afturgongd í somu vinnugreinum. Við øðrum orðum er váðaspjaðing í føroysku peningastovnunum.

Sethúsaprísirnir halda fram við at vaksa í fyrsta ársfjórðingi í 2019. Seinastu tíðina eru serliga prísirnir í størri bygdunum øktir nógv, men sethúsaprísirnir økjast eisini í Tórshavn.

Føroya Váðaráð heldur ikki, at greið tekin eru um, at systemiskir váðar eru í umbúna í føroyska bankageiranum. Føroya Váðaráð heldur tó eyga við viðurskiftum, ið kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið.

Onnur evni

Danska Váðaráðið gjørdi á seinasta fundi av at fara undir greining av kapitalbuffarunum í Føroyum í samband við málið um markvirðir fyri SIFI-bankar í Føroyum. Greiningin verður gjørd í samstarvi millum danska og føroyska váðaráðið. Umboð frá Det Systemiske Risikoråd luttóku á fundinum við Føroya Váðaráð.