24.10.2024 - 10:00

Váðar í stórum byggiverkætlanum

Hvørji viðurskifti eru avgerandi fyri at røkka einum væleydnaðum úrsliti av eini byggiverkætlan? Og hvørjir eru váðarnir? Hetta fer Bent Flyvbjerg at greiða frá út frá síni gransking av stórum byggiverkætlanum frá øllum heiminum. Tiltakið er sera viðkomandi fyri øll áhugaði, eisini nú landsstýrið ætlar at fara i holt við størstu byggiverkætlan í Føroya søgu. 

91% av øllum risastórum byggiverkætlanum halda ikki ásettu tíðar- ella fíggjarætlanina, og einans 0,5% liva upp til ætlaða úrslitið. Tað vísir granskingin hjá Bent Flyvbjerg, professara, ið hevur skrivað metsølubókina ”How Big Things Get Done”. 

Bent Flyvbjerg hevur síðani 1990ini granskað í altjóða risastórum byggiverkætlanum og hví summar byggiverkætlanir eydnast, meðan aðrar miseydnast. Flyvbjerg er professari á Said Business School í Oxford.

Bókin “How Big Things Get Done” hevur millum annað vunnið heiðurslønina “Best Book of 2023” hjá The Economist og “FT Business Book of the Year 2023” hjá Financial Times. Bent Flyvbjerg er millum annað ráðgevi hjá stjórnini í Bretlandi, Kina og USA, umframt fleiri amerikonskum fyritøkum.          

Bent Flyvbjerg fer í Norðurlandahúsinum 7. november 2024 kl. 17.00 at geva innlit í viðurskifti, sum eru avgerandi fyri úrslitið av eini byggiverkætlan. Tiltakið er skipað sum ein samrøða við professaran og tú hevur nú møguleikan at hoyra ein av fremstu serfrøðingunum innan hetta økið. Tiltakið er sera viðkomandi, nú landsstýrið ætlar at fara í holt við størstu byggiverkætlan í Føroya søgu. 

Tiltakið er alment og til ber at keypa atgongumerki á NLH.fo