Vøksturin í útlánum frá føroysku bankunum hevur ligið um 0% síðani ársbyrjan 2020 men er síðani øktur eitt vet. Við árslok 2021 var vøksturin í útlánunum 2,7% samanborið við desember 2020, ella øktur við 438 mió. kr.
Vøksturin í útlánum frá føroysku bankunum hevur ligið um 0% síðani ársbyrjan 2020 men øktust síðani í tíðarskeiðinum á heysti 2020 til á heysti 2021. Í august 2021 vóru útlánini til dømis økt við 5,5% í mun til august 2020. Við árslok 2021 var vøksturin í útlánunum aftur lækkaður og var 2,7% í desember 2021; tá vóru útlánini økt við 438 mió. kr. frá føroysku bankunum til føroyskar kundar í mun til sama mánað árið fyri.
Útlánsvøksturin var 3% í januar 2022 í mun til sama mánað í fjør. Hægri útlánsvøksturin í tíðarskeiðinum á heysti 2020 til á heysti 2021 hevur møguliga samband við Covid-19, har útlánini netto ikki lækkaðu í sama mun sum annars vegna tað, at vinna og húsarhald fingu møguleika fyri at fáa gjaldsskáa á lánum sínum.
Útlánsvøksturin hjá føroysku peningastovnunum er sostatt framvegis lágur, hóast hann er hægri, enn við ársbyrjan 2020, sí myndina niðanfyri.
Vøksturin í útlánum frá føroysku bankunum stavar fyrst og fremst frá øktum útlánum til kommunurnar, ið øktust við 179 mió. kr. til 1,3 mia. kr. í januar 2022 samanborið við sama mánað árið fyri, sum er ein vøkstur á nærum 16% hetta tíðarskeiðið. Harafturat er fíggingin til bæði privatar og almennar fyritøkur økt og føroysku bankarnir hava lænt meira pening til vinnuna innan fastogn, bygging, handil og flutning.
Vøksturin í útlánunum frá donsku peninga- og realkredittstovnunum er framvegis høgur; útlánini eru økt við 14% í januar 2022 í mun til sama mánað árið fyri, og hesin vøksturin stavar serliga frá øktum útlánum frá donskum realkredittstovnum til føroysk húsarhald, ið læna til sethús. Høgi útlánsvøksturin hjá realkredittstovnunum dregur samlaða útlánsvøksturin hjá føroysku og donsku peningastovnunum tilsamans upp, so samanlagdi útlánsvøksturin var góðar 5% í januar 2022 í mun til januar 2021. Útlánsvøksturin er tó sum heild lækkaður hjá bæði teimum føroysku bankunum eina og hjá teim føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnum tilsamans síðani august 2021.
Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið 2021 her.