22.11.2024 - 15:00

Útlánsvøksturin var 4,3% í september

Vøksturin í útlánunum hjá føroysku bankunum var 4,3% í september 2024 samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Verður útlánsvøksturin frá donsku peninga- og realkreditt-stovnunum taldur við, var samlaði útlánsvøksturin 3,5%.

Vøksturin í útlánunum hjá føroysku bankunum var 4,3% í september 2024, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum er minkaður síðani árslok 2023, tá hann var 10,2%, sí mynd 1

Føroysku bankarnir høvdu útlán til føroyskar kundar fyri 19,3 mia. kr. í september 2024. Í september í fjør vóru útlánini 18,6 mia. kr., og tey eru tí økt við 700 mió. kr. í hesum tíðarskeiði.

Útlánsvøksturin frá bæði føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum til føroyingar var tilsamans 3,5% í september 2024. Útlánini vóru 23,4 mia. kr. tilsamans.

Vøksturin í útlánunum hjá føroysku bankunum stavar frá øktum útlánum til almennar fyritøkur og kommunur. Útlán til privatu vinnuna frá føroyskum bankum eru hinvegin minkaði; útlánsvøksturin til privatu vinnuna var negativur í september 2024 og togar sostatt niður í samlaða útlánsvøkstrinum hjá føroysku bankunum.

Útlánini eru eisini økt til húsarhaldini frá føroysku bankunum, men tey eru samstundis minkaði frá donsku realkredittstovnunum. Útlánini frá føroyskum bankum til húsarhaldini eru økt við 650 mió. kr. hetta seinasta árið, meðan útlán frá donskum realkredittstovnum til føroyingar eru minkaði við umleið 250 mió. kr. í september 2024 samanborið við september 2023. Í september 2024 vóru útlánini til húsarhaldini góðar 3,4 mia. kr. frá realkredittstovnunum og 10,8 mia. kr. frá føroysku bankunum.

Útlánsvøksturin hjá donsku realkredittstovnunum var negativur í september 2024; hann var -6,8%. Útlánsvøksturin hjá donsku realkredittstovnunum hevur verið uppaftur meira negativur, men nú sær út til at vend er komið í.

Mynd 1

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 3. ársfjórðingi 2024 her.