12.07.2024 - 10:00

Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum var 8,4% í mai

Vøksturin í útlánunum hjá føroysku bankunum var 8,4% í mai 2024, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal, samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum er høgur í løtuni, men er tó minkaður síðani árslok 2023 tá hann var 10,2%.

Mynd 1 vísur útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum umframt útlánsvøksturin í Føroyum hjá donsku realkredittstovnunum.

Føroysku bankarnir høvdu útlán fyri góðar 19 mia. kr. í mai 2024 til føroyskar kundar. Í mai í fjør vóru útlánini 17,6 mia. kr., og tey eru tí økt við 1,4 mia. kr. í hesum tíðarskeiði.

Útlánini frá donsku realkredittstovnunum til føroyingar eru samstundis minkaði við góðum 300 mió. kr. hetta seinasta árið. Í mai 2024 vóru tey 3,5 mia. kr. tilsamans og í mai 2023 vóru tey 3,8 mia. kr. Útlánsvøksturin hjá donsku realkredittstovnunum var negativur í mai 2024; hann var -8,6%. Meginparturin av útlánunum hjá donsku realkredittstovnunum er til sethúsafígging til føroysk húsarhald.

Samlaði útlánsvøksturin frá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum til føroyingar var 6,3% í mai 2024.

Tilsamans eru útlánini til føroyingar netto økt við 1,3 mia. kr. frá føroyskum og donskum fíggjarstovnum tilsamans í tíðarskeiðinum mai 2023 til mai 2024. Útlánini vóru 23,2 mia. kr. tilsamans í mai 2024 frá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans.

Meginparturin av vøkstrinum í útlánunum hjá føroysku bankunum stavar frá øktum útlánum til almennar fyritøkur og kommunur. Útlánini eru eisini økt til húsarhaldini frá føroysku bankunum, men tey eru samstundis minkaði frá donsku realkredittstovnunum.

Vøksturin í útlánunum frá føroysku bankunum til privatu vinnuna var hinvegin sum heild negativur í mai 2024. Har sum vøkstur var í útlánunum, var innan fiski- og alivinnuna og til privatar tænastuvinnur innan fastogn, og flutning og goymslu.   

Mynd 1. Útlánsvøksturin øktur í føroysku bankunum

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið frá mai 2024 her.