13.10.2023 - 10:00

Útlánsvøksturin 9,5% hjá føroysku bankunum

Vøksturin í útlánunum hjá føroysku bankunum var 9,5% í august 2023, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Tá ið útlánini hjá donsku peninga- og realkredittstovnunum verða løgd afturat útlánunum hjá føroysku bankunum, er samlaði útlánsvøksturin 5,7%.

Føroysku bankarnir høvdu útlán fyri 18,4 mia. kr. í august 2023 til føroyskar kundar. Í august í fjør vóru útlánini 16,8 mia. kr.; tey eru tí økt við 1,6 mia. kr. í hesum tíðarskeiði. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum er øktur støðugt síðani august 2022, sí mynd 1.

Útlánini hjá føroysku bankunum á tilsamans 18,4 mia. kr. er býtt á útlán til tað almenna (í stóran mun kommunurnar) á 1,6 mia. kr., til húsarhaldini á 9,9 mia. kr., til vinnuna á 6,6 mia. kr., og til fíggjarligar fyritøkur á 0,3 mia. kr.

Útlánini frá donskum peninga- og realkredittstovnum tilsamans til føroyskar kundar eru hinvegin minkaði við góðum 400 mió. kr. í tíðarskeiðinum august 2022 til august 2023. Vøksturin í útlánum frá donskum fíggjarstovnum var -8,4% í august 2023.

Tilsamans eru útlánini til føroyingar tí netto økt við umleið 1,2 mia. kr. frá føroyskum og donskum fíggjarstovnum í tíðarskeiðinum august 2022 til august 2023. Tá ið útlánini hjá donsku peninga- og realkredittstovnunum verða løgd afturat útlánunum hjá føroysku bankunum, er samlaði útlánsvøksturin 5,7% tilsamans í august 2023 roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal í mun til sama tíðarskeið árið fyri. 

Íslendskir bankar eru eisini á føroyska marknaðinum og teirra útlán til vinnuna í Føroyum var um 1 mia. kr. uppgjørt í juli 2023.

Mynd 1

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 2. ársfjórðingi 2023 her.