13.10.2023 - 10:00

Útlánini frá føroysku bankunum veksa ikki skjótari enn búskapurin

Eitt týdningarmikið lyklatal at hyggja at, tá umræður fíggjarligt støðufesti er, hvussu skjótt útlánini frá føroysku peningastovnunum veksa í mun til vøksturin í búskapinum. Er vøksturin í útlánum áhaldandi hægri, enn sjálvur búskaparvøksturin, kann tað vera eitt tekin um vaksandi fíggjarligan váða.

Mynd 1 vísir lutfallið millum BTÚ og samlaðu útlánini frá føroysku peningastovnunum. Er strikan hækkandi, merkir tað, at útlánini veksa skjótari, enn búskapurin. Bæði undan kreppuni í 90’unum og fíggjarkreppuni í 2008 vuksu útlánini skjótari, enn búskapurin.

Í løtuni eru ikki tekin um, at útlánini hjá føroysku peningastovnununum veksa ov skjótt samanborið við búskaparvøksturin. Samlaðu útlánini frá føroysku peningastovnunum vóru 73% av BTÚ í 2022. Útlánini hava stórt sæð síðani fíggjarkreppuna havt ein lægri vøkstur enn búskapurin. Hetta kann partvíst skyldast, at fyritøkurnar eru so mikið væl fyri í dag, at eftirspurningurin eftir fígging ikki er stórur, og partvíst tí bankarnir leggja kapital til síðis fyri at uppfylla kapitalkrøvini, ið eru herd síðani fíggjarkreppuna í 2008.

Mynd 1

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 2. ársfjórðingi 2023 her.