Útlán borið saman við BTÚ, eitt týðandi lyklatal

Ein av høvuðsuppgávunum hjá Landsbankanum er at virka fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum. Nýggja landsbankalógin leggur størri dent á hetta mál, enn gamla landsbankalógin gjørdi. Landsbankin arbeiðir tí nú við at greina og koma fram til hvørji viðurskifti kunnu hava størstu negativu ávirkan á støðufestið. 

Gransking vísir (1), at gongdin í heildarútláninum borið saman við BTÚ er ein av bestu indikatorunum fyri óstøðugum fíggjarligum viðurskiftum. Fyri Føroyar kann hetta sigast at vera sjón fyri søgn, hyggja vit aftur í tíð.

Mynd 1 niðanfyri vísir útlán í Føroyum frá føroyskum peningastovnum sum % av BTÚ, og báðar kreppurnar í nýggjari tíð síggjast týðiliga, tær koma beint eftir eitt tíðarskeið við stórum útlánsvøkstri (kreditekspansión). Vit síggja ein ógvusligan vøkstur í útlánunum undan kreppuni í 1992 og somuleiðis undan kreppuni í 2008. Havast skal í huga, at BTÚ eisini vaks í hesum tíðarskeiði. Vit síggja eisini, at vøksturin undan fyrru kreppuni byrjaði longu í 1983, men tað bara tók 2-3 ár í stórum útlánsvøkstri, áðrenn kreppan í 2008 rakti.

Hyggja vit at støðuni í dag vísir lyklatalið, at útlánini minka borið saman við BTÚ. Vøksturin í BTÚ frá 2016 til 2017 er 6%, meðan vøkstur í útlánunum er 5%. (2)

Tað er ikki líkt til, at kredittveiting frá føroysku peningastovnunum fíggjar vøksturin. Búskaparligi vøksturin, sum vit hava nú, er tí mest at kalla sjálvfíggjaður (uppsparing/inntjening) ella fíggjaður við lánum uttanlands.


 

GG: Útlán til aðrar peningastovnar ikki íroknað.

1) Millum annað Borio og Lowe (2004)

2) Neyðug at hava í huga er, at BTÚ er vaksið nógv og er tað eisini av ávum uttanífrá, við tað at prísurin á laksi er góður og oljuprísurin er lágur. Hetta ávirkar beinleiðis á BTÚ.