13.10.2023 - 10:00

Útlán frá føroyskum bankum til privata geiran 62% av BTÚ

Útlán hjá føroyskum bankum til privata geiran var 62% av BTÚ við ársenda 2022. Útlán til privata geiran eru útlán til húsarhald og privat feløg (tað vil siga frároknað almenn feløg). Útlán frá útlendskum bankum til føroysk húsarhald og vinnu eru ikki við í uppgerðini.

Í mynd 1 niðanfyri eru útlán frá føroyskum bankum til privata geiran í prosent av BTÚ samanborið við onnur lond fyri 2021.

Føroyar liggur um miðal, ið er 64% fyri vístu londini í 2021. Útlánini eru eitt nú munandi lægri enn í Danmark. Hvussu stór útlánini eru í krónum og oyrum, er ikki tað mest umráðandi; tað er hinvegin týdningarmikið, hvat peningurin verður læntur til og at útlánini til dømis ikki øll eru savnaði um eina einstaka vinnugrein, so bankin gerst viðkvæmir yvirfyri gongdini í hesi eini vinnugrein.

Mynd 1

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 2. ársfjórðingi 2023 her.