01. mars 2023
27. februar 2023
21. februar 2023
23. desember 2022
30. desember 2022
30. desember 2022
27. desember 2022
27. desember 2022
23. desember 2022
13. oktober 2022
11. oktober 2022
17. oktober 2022
14. oktober 2022
14. oktober 2022
17. oktober 2022
20. oktober 2022
26. september 2022
26. september 2022
22. september 2022
22. september 2022
20. september 2022
16. september 2022
16. september 2022
12. september 2022
01. september 2022
30. august 2022
04. juli 2022
04. juli 2022
30. juni 2022
30. juni 2022
02. juni 2022
19. mai 2022
09. mai 2022
09. mai 2022
04. mai 2022
04. mai 2022
04. mai 2022
29. apríl 2022
29. apríl 2022
29. apríl 2022
18. mars 2022
18. mars 2022
24. mars 2022
24. mars 2022
24. mars 2022
21. mars 2022
21. mars 2022
03. mars 2022
01. mars 2022
23. februar 2022
Føroyar hava í longri tíð havt søguliga lágt arbeiðsloysi. Neyðugt er hjá myndugleikunum at arbeiða fyri at veksa um arbeiðsútboðið og Búskaparráðið mælir til, at allar serskipanirnar, sum minka um arbeiðsútboðið, eiga at vera avtiknar.
Føroyar hava í longri tíð havt søguliga lágt arbeiðsloysi (sí mynd 1) og ein stór avbjóðing fyri búskapin er trot á arbeiðsmegi, eisini fram í tíð. Demografiska gongdin í Føroyum við veksandi tali av eldri fólki hevur við sær, at tørvurin á millum annað eldrarøkt, økist í framtíðini. Hetta fer at krevja ein enn størri starvsfólkahóp. Búskaparráðið metti á vári 2021, at tørvur fer at verða á 1.900 fleiri starvsfólki innan eldrarøkt, sjúkrahúsverið og almannaverkið í komandi tíðum. Sostatt er líkt til, at trotið á arbeiðsmegi verður ein trupulleiki mong ár fram.
Tá ið bæði privata vinnan og tað almenna mangla arbeiðsmegi, er tað ikki skynsamt at hava serskipanir, sum eru við til at minka um arbeiðsútboðið. Búskaparráðið mælir til, at serskipanin, sum gevur skattligan fyrimun hjá millum annað handverkarum at arbeiða uttanlands, eigur at vera avtikin. Hon er ikki til gagns fyri føroyska samfelagið, tá ið tað er stórur eftirspurningur eftir skikkaðari arbeiðsmegi í millum annað byggivinnuni í Føroyum.
Onnur dømi uppá serskipanir er millum annað sjómannafrádrátturin og fiskavirkisskipanin. Fiskavirkisskipanin er við til at fasthalda arbeiðsmegi í vinnum, sum ikki kann veita starvsfólkunum arbeiði árið runt. Harumframt tálmar forðingin við ikki at kunna landa uttanlands, somuleiðis tillagingum til produktivitetsvøkstur, tí forðingin virkar sum vinnuligur stuðul til fiskavirking á landi. Slíkar serskipanir eru almennur stuðul til rakstur, ið hevur ilt við at bera seg av sær sjálvum. Slíkur almennur stuðul viðvirkar til at fasthalda arbeiðsmegi í eini ólønsamari vinnu.
Umframt at avtaka serskipanir, sum eru við til at minka um arbeiðsútboðið, eiga politisku myndugleikarnir at arbeiða fyri at fremja nýskipanir, sum økja um arbeiðsútboðið í Føroyum, til dømis at økja pensjónsaldurin.
Mynd 1
Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.
01. mars 2023
27. februar 2023
21. februar 2023
23. desember 2022
30. desember 2022
30. desember 2022
27. desember 2022
27. desember 2022
23. desember 2022
13. oktober 2022
11. oktober 2022
17. oktober 2022
14. oktober 2022
14. oktober 2022
17. oktober 2022
20. oktober 2022
26. september 2022
26. september 2022
22. september 2022
22. september 2022
20. september 2022
16. september 2022
16. september 2022
12. september 2022
01. september 2022
30. august 2022
04. juli 2022
04. juli 2022
30. juni 2022
30. juni 2022
02. juni 2022
19. mai 2022
09. mai 2022
09. mai 2022
04. mai 2022
04. mai 2022
04. mai 2022
29. apríl 2022
29. apríl 2022
29. apríl 2022
18. mars 2022
18. mars 2022
24. mars 2022
24. mars 2022
24. mars 2022
21. mars 2022
21. mars 2022
03. mars 2022
01. mars 2022
23. februar 2022