Landsstýrið hevur ætlanir um at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar. Hetta átak hevur serliga tvær búskaparligar avbjóðingar við sær. Onnur er fíggjarlig, hin er demografisk (starvsfólkalig). Ein styttri arbeiðsvika økir um kostnaðin til lønarútreiðslur og setur enn størri trýst á arbeiðsmarknaðin.
Fíggjarliga avbjóðingin
Landsstýrið hevur ætlanir um at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar. Fyri flest allar sáttmálar er hetta ein stytting av arbeiðstíðini, hóast tímatalið ikki er eins fyri ymisku sáttmálarnar. Hóast lægri vikutímatal, er ikki ætlanin við uppskotinum hjá landsstýrinum at lækka lønina. Tað vil siga, at arbeiðsgevarin (um hann er almennur ella privatur) fær færri arbeiðstímar fyri somu pengar. Í nøkrum førum ber møguliga til hjá arbeiðsfólkinum at fremja somu uppgávur uppá styttri tíð – men tað ber ikki til allastaðni, og arbeiðsgevarin má í hesum føri rinda meira fyri at fáa tað sama burturúr. Harafturat eru tað fleiri starvsøki, har manning skal vera 24 tímar um samdøgrið allar dagar í vikuni. Her er neyðugt at seta fleiri fólk inn, og tað veksur um lønarútreiðslurnar.
Landsbankin metir, at ein stytting av arbeiðstíðini niður í 37 tímar, uttan iva førir til ein vøkstur í lønarútreiðslunum, og at henda lønarhækking ger fíggjarpolitiska haldførið hjá landinum verri.
Fíggjarpolitiska haldførið snýr seg um, hvørt almennu inntøkurnar megna at fíggja almennu útreiðslurnar í framtíðini, serliga við atliti til vaksandi talið av eldri fólki. Útrokningar eru gjørdar av haldførinum, og tær vísa, at Føroyar ikki hava ráð til verandi vælferðarstøði í framtíðini, og at tað tí verður neyðugt at fremja almennar skerjingar og/-ella skattahækkingar. Hetta er galdandi áðrenn eina møguliga broyting at stytta arbeiðsvikuna. Tiltakið er tí við til at gera haldførið enn verri, enn tað longu er nú. Uppskotið er tískil heldur ikki gott fyri kredittvirðið, og harvið fíggjarliga rásarúmið hjá Føroyum.
Um øktu útreiðslurnar ikki skulu gera haldførið verri, er neyðugt, at útreiðsluvøksturin, sum kemur av styttri arbeiðsviku, verður fíggjaður við einari lækking av øðrum almennum útreiðslum og/-ella eini hækking av skattum og gjøldum.
Demografiska/starvsfólkaliga avbjóðingin
Arbeiðsloysið í Føroyum er 0,7% (apríl 2023). Vanligt er at rokna 2% sum einki arbeiðsloysi, tí at tað altíð er eitt skiftisarbeiðsloysi. Hetta merkir í roynd og veru, at vit longu nú mangla nøkur hundrað starvsfólk í føroyska búskapinum.
Um hugt verður at, hvussu nógvir persónar koma inn á og fara av arbeiðsmarknaðinum fram til 2035, er nettotilgongdin bert 150 persónar um árið. Sambært fólkatalsframskrivingini hjá Hagstovuni koma um 750 persónar inn á arbeiðsmarknaðin, samstundis sum umleið 600 persónar gerast pensjónistar og fara av arbeiðsmarknaðinum um árið.
Starvsfólkatørvurin í Føroyum verður í løtuni partvíst nøktaður við at innflyta arbeiðsmegi. Í Føroyum er talið av útlendskum løntakarum økt úr umleið 450 persónar í apríl 2014 til umleið 1.850 í apríl 2023. Norðurlond eru ikki íroknaði, tí vit hava felags arbeiðsmarknað. Sjálvt um útlendska arbeiðsmegin í Føroyum er vaksin við 1.400 fólkum seinastu árini, vanta enn nøkur hundrað fólk á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Havast skal eisini í huga, at meginparturin av londunum í Evropa eru í somu støðu sum vit, hvat viðvíkur demografisku avbjóðingini; tað vil siga, at teimum somuleiðis vanta arbeiðsfólk. Tað fer tí í árunum sum koma at verða hørð kapping um útlendsku arbeiðsmegina, og tað er tískil als ikki vist, at Føroyar uttan víðari fer at fáa tey neyðugu arbeiðsfólkini henda vegin.
Í Føroyum fer almenni geirin at skula seta 1.500 løntakarar afturat í tíðarskeiðinum 2021-2030 1). Í Danmark verður mett, at tørvurin hjá privata geiranum fram móti 2030 verður tvífalt so stórur, sum starvsfólkatørvurin hjá almenna geiranum 2). Um tørvurin á starvsfólki hjá føroyska privata geiranum veksur eins skjótt, sum tann danski, skal privati geirin í Føroyum finna 3.000 løntakarar aftrat í árunum fram til 2030. Tørvurin á arbeiðsmegi í Føroyum kann tí gerast umleið 4.500 persónar fram til 2030. Hetta er nógv fleiri, enn tilgongdin inn á arbeiðsmarknaðin á 150 persónar um árið. Hetta er áðrenn eina styttri arbeiðsviku.
Sostatt er lága arbeiðsloysið, sum Føroyar hevur í dag, ikki bert eitt konjunkturarbeiðsloysi, men eitt strukturelt arbeiðsloysi. Lága arbeiðsloysið fer væntandi at verða nógv ár fram í tíð.
At búskapurin ikki fær neyðug starvsfólk hevur tað avleiðing, at vakstrarmøguleikarnir, tað vil siga búskaparvøksturin, verður minni, enn hann annars hevði verið. Búskaparvøkstur er neyðugur, skal Føroyar framhaldandi kunna bjóða tær vælferðartænastur, ið vit hava í dag, eitt nú um vit framhaldandi ynskja at veita góðar viðgerðir á landssjúkrahúsinum ella at kunna bjóða eldri fólki eldrarøkt eftir tørvi.
Niðurstøðan er, at tað longu nú er eitt stórt trýst á arbeiðsmarknaðinum at útvega arbeiðsmegi, eisini fram í tíð. At stytta arbeiðsvikuna fer ikki at minka, men heldur økja um hetta trýst, tí tað fara at mangla enn fleiri arbeiðsfólk, um arbeiðsvikan verður stytt.
Tá ið arbeiðsmegi vantar, er tað búskaparliga skilagott at økja heldur enn at minka um arbeiðsútboðið. Um uppskotið um styttri arbeiðsviku verður samtykt, fer tað at føra til at enn fleiri starvsfólk fara at vanta til alneyðugar vælferðartænastur, og at bæði privati og almenni geirin ikki fær tey neyðugu starvsfólkini, ið skulu til fyri at fremja búskaparvøkstur. Ein styttri arbeiðsvika bæði økir um kostnaðin til lønarútreiðslur og setir enn størri trýst á arbeiðsmarknaðin.
Verður arbeiðsvikan stytt, skulu tískil báðar hesar avbjóðingarnar loysast: onnur er tann fíggjarliga, hin er tann demografiska (starvsfólkaliga).
1) Í góðum hondum: Starvsfólkatørvur á vælferðarøkinum.