Handilsjavnin er útflutningurin av vørum minus innflutningin av vørum. Handilsjavnin vísti eitt yvirskot á 998 mió. kr. í desember 2023, meðan hann uttan skip og flogfør var 2.036 mió. kr.
Mynd 4.2 vísir gongdina í handilsjavnanum uttan skip og flogfør og, at útflutningurin í 2023 hevur hildið tørn. Í 2023 minkaði útflutningsvirðið nakað av botnfiski og alifiski, meðan økti útflutningurin av svartkjafti sum fiskaúrdráttur vaks munandi um útflutningin í bæði nøgd og virði. Fiskaprísirnir vóru góðir fyrra hálvár í 2023, men vóru fallandi seinna hálvár. Prísirnir á fiskamjøli, fóðri og serliga lýsi, vóru hinvegin høgir alt 2023, og verða væntandi framvegis høgir fyrstu mánaðirnar av 2024.
Á mynd 1 sæst, at innflutningurin fall í 2023. Hetta kom serliga av minni innflutningi av brennievni; ikki í nøgdum, men tí oljuprísurin er lækkaður aftur. Innflutningur av ‘rávøru til fiskavirking’ og alifóðri hava hinvegin togað innflutningsvirðið upp í 2023. Innflutningur av rávøru til fiskavirking er serliga toskur og ídnaðarfiskur.
Mynd 4.3 lýsir søguligu gongdina í útflutningsvirðinum av fiskavørum fyri høvuðsbólkarnar alifiskur, uppsjóvarfiskur, botnfiskur og onnur fiskasløg, ið tilsamans so at siga fevna um allan føroyskan vøruútflutning.
Útflutningurin av laksi er næstan helmingurin av virðinum á fiskavøruútflutninginum.
Uppsjóvarfiskur fevnir um makrel, sild og svartkjaft, og harumframt er fiskamjøl og fóður lagt afturat hesum bólki. Uppsjóvarfiskur er ein týðandi partur av útflutninginum, og í 2023 var útflutningsvirðið góðar 3. milliardir. Í 2023 var tað serliga útflutningurin av fiskamjøli, sum togaði útflutningsvirðið upp.
Botnfiskur fevnir um tosk, hýsu og upsa. Søguliga hevur botnfiskur verið meginparturin av fiskavøruútflutninginum, men útflutningurin hevur verið fallandi, og í dag er útflutningsvirðið á uppsjóvarfiski meir enn tvífalt so stórt, og á laksi næstan fýra ferðir so stórt.
Onnur fiskasløg er ein bólkur av ymiskum fiskasløgum, millum annað rækjur, svartkalvi, gullaksur, longa, brosma, lodna, ídnaðarfiskur og fiskalýsi. Útflutningsvirðið á hesum bólki hevur søguliga verið støðugt, tó er útflutningsvirðið vaksið fitt síðani 2022. Hesin vøkstur stavar serliga frá øktum útflutningi av lodnu og ídnaðarfiski, harumframt var í 2023 útflutt lýsi fyri eitt virði á góða hálva milliard.