26.09.2024 - 10:00

Set í verk fíggjarpolitisk reglurverk

Búskaparráðið mælir politisku skipanini til at seta í verk eitt fíggjarpolitisk regluverk. Fíggjarpolitiska regluverkið skal tryggja, at tamarhald fæst á útreiðsluvøkstrinum. Harafturat er umráðandi, at kommunurnar eru fevndar av regluverkinum.

Tað er neyðugt hjá politisku skipanini at fara undir eitt tíðarskeið við nýskipanum. Ein nýskipan er at seta í verk eitt fíggjarpolitisk regluverk. Endamálið er at fáa tamarhald á útreiðsluvøkstrinum. Tað vil siga, at eitt hámark skal setast fyri, hvussu nógv almennu rakstrarútreiðlsurnar kunnu veksa árliga, óansæð hvussu inntøkurnar veksa.

At hava eitt hámark fyri, hvussu nógv almennu rakstrarútreiðslurnar kunnu veksa, lættir um trýstið á politikararnar at økja um almennu nýtsluna og íløgurnar, tá ið tað gongur væl í búskapinum, og økir harafturat um kredittvirðið hjá landinum, tí regluverkið ger politisku skipanina betri føra fyri at halda rakstrarútreiðsluvøksturin undir einum hámarki.

Neyðugt er at fáa tamarhald á útreiðslurvøkstrinum, tí haldførisgreiningin hjá Búskaparráðnum frá januar 2024 vísir, at fíggjarpolitikkurin langt frá er haldførur og verða nýskipanir og átøk ikki gjørd, fer almenni geirin at hava stór hall frameftir.

Tað er umráðandi:

  • at regluverkið er greitt, einfalt og lætt skilligt
  • at kommunali geirin er fevndur av regluverkinum
  • at tað fær avleiðingar, um regluverkið ikki verður hildið
  • at fyri hvørt politisk tiltak skal kunnast um, útreiðslur/inntøkur av hesum tiltakið 10 og 20 ár fram í tíð

Les heystfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.