21.05.2024 - 10:00

Samlaða nettoognin hjá húsarhaldum 5,6 ferðir tøku inntøkuna í 2022

Samlaða ognin hjá føroysku húsarhaldum er mett til at vera 66,1 mia. kr. í 2022. Skuldin er mett til 13,4 mia. kr. og nettoognin hjá húsarhaldunum er tí 52,7 mia. kr. Hetta er 5,6 ferðir tøku inntøkuna hjá føroysku húskjunum.

Av fíggjarligum ognum áttu føroysk húskir fyri nærum 28,8 mia. kr. tilsamans í 2022. Nærum 12 mia. kr. stóðu sum innlán í føroysku bankunum og áleið 4,6 mia. kr. standa sum innlán ella á depotkonti í útlendskum fíggjarstovnum í 2022. Privata eftirlønaruppsparingin í føroyskum pensjónsfeløgum ella bankum, var í 2022 9,3 mia. kr. og harafturat áttu føroyingar privatar eftirlønaruppsparingar í donskum pensjónsfeløgum fyri 2,8 mia. kr. í 2022, tilsamans 12,1 mia. kr. í 2022.

Afturat fíggjarligu ognunum áttu føroyingar realar ognir, sum eru sethús, bilar og bátar, fyri eitt samlað virði á 37,3 mia. kr. í 2022. Nærum 35 mia. kr. var samlaða virðið á sethúsaognunum hjá føroyingum.

Føroysk húskir høvdu skuld fyri tilsamans 13,4 mia. kr. í 2022. Um 9,5 mia. kr. vóru lán í føroyskum peningastovnum, meðan skuldin var um 3,7 mia. kr. í donskum realkredittstovnum.

Verður samlaða skuldin trekt frá samlaðu ognini, áttu føroysk húskir í 2022 eina nettoogn á 52,7 mia. kr. Sæð í mun til tøku inntøkuna hjá føroysku húskjunum, var nettoognin góðar 5,6 ferðir so stór sum tøka inntøkan í 2022. Í 2021 var samlaða nettoognin 5,1 ferðir tøku inntøkuna.

Til samanbering var nettoognin hjá dønum í 2022 5,5 ferðir so stór sum tøka inntøkan, og hjá íslendingum 6,9 ferðir tøku inntøkuna.

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her.