31.05.2021 - 11:00

Samlaða innlánsyvirkskotið er lækkað

Samlaða innlánsyvirskotið í føroysku peningastovnunum er lækkað eftir at danska deildin hjá BankNordik varð seld frá. Innlánsyvirskotið var við endan av mars mánaði 1,7 mia. kr. hjá føroysku peningastovnunum tilsamans. 

Samlaðu innlánini eru lækkaði úr 25,7 mia. kr. í januar 2021 niður í 19 mia. kr. í mars 2021 eftir at danska deildin hjá BankNordik varð seld frá. Útlánini vóru 17,3 mia. kr. tilsamans í mars 2021, og samlaða innlánsyvirskotið í føroysku peningastovnunum var 1,7 mia. kr. í mars 2021 í mun til 6 mia. kr. í januar 2021. Stóra fallið í innlánsyvirskotinum skyldast tí einamest søluni av donsku deildini hjá BankNordik, sí mynd 1.

Mynd 1. Innlánsyvirskot

Kelda: Landsbanki Føroya. Innlánsyvirskot í føroyskum peningastovnum íroknað útlendskar deildir hjá BankNordik. Millumbanka inn- og útlán eru ikki íroknaði. 

Tað ger ikki stóran mun fyri samlaða innlánsyvirskotið, um grønlendska deildin hjá BankNordik verður tald við. Innlánsyvirskotið er mest sum á somu stødd, tá einans verður hugt eftir inn- og útlán til føroyskar kundar frá føroysku peningastovnunum.

Innlánsyvirskotið hjá føroysku húsarhaldunum var 3,5 mia. kr. í mars 2021, men verða sethúsalánini í donsku realkredittstovnunum trekt frá, er innlánsyvirskotið hjá húsarhaldunum nærum 250 mió. kr. í mars 2021[1]. Føroysku vinnukundarnir hava størri skuld í føroysku bankunum enn innistandandi, og hava eitt innlánsundirskot á nærum 2 mia. kr. í mars 2021.

Landsbanki Føroya hevur givið út frágreiðing um fíggjarliga støðufestið í føroyska bankageiranum fyri fyrsta ársfjórðing 2021. Les meira her.

[1] Húsarhald eru løntakarar og pensiónistar v.m., umframt sjálvstøðugt vinnurekandi og non-profit felagsskapir, sum eitt nú eru ítróttarfeløg ella samkomur.