Í løtuni krevja føroysku peningastovnarnir negativa rentu fyri innlán og av hesi orsøk hava summir kundar roynt at spjaða síni innlán út á allar fýra peningastovnarnar. Eisini hava summir kundar valt at gjalda skjótari niður uppá skuld vegna negativu innlánsrenturnar.
Renturnar, sum bankarnir bjóða kundunum, fylgja vanliga rentuni hjá Nationalbankanum, meðan rentan hjá Nationalbankanum fylgir tí hjá Evropeiska miðbankanum. Hetta er fyri at halda donsku krónuna støðuga í mun til evruna. Evropeiski miðbankin hevur seinastu tíðina lækkað rentuna fyri at stimbra evropeiska búskapin, og tískil er rentan eisini lág hjá Nationalbankanum. Innlán, sum ein peningastovnur ikki fær lænt út ella sett í virðisbrøv og líknandi, verða flutt á konto í Nationalbankanum, og í løtuni verður negativ renta kravd av upphæddum, sum peningastovnar hava standandi á bók í Nationalbankanum, sí Mynd 1.
Mynd 1 Lág renta hjá Nationalbankanum
At Nationalbankin krevur negativa rentu hevur við sær, at bankarnir í Føroyum taka negativa rentu frá bæði vinnukundum og privatkundum. Mynd 2 niðanfyri vísur, at føroysku peningastovnarnir vóru væl seinni at áseta negativar rentur fyri vinnukundar samanborið við danskar peningastovnar.
Mynd 2 Innlánsrentan hjá fyritøkum
Privatkundar skulu nú eisini gjalda negativa rentu fyri innlán, sum fara upp um eina ávísa upphædd í føroysku peningastovnunum, men lítið bendir á, at føroyingar av hesi orsøk taka pengar út. Summir kundar hava tó roynt at spjatt síni innlán út á allar fýra peningastovnarnar. Eisini hava summir kundar valt at gjalda skjótari niður uppá skuld vegna negativu innlánsrenturnar.
Fyri fíggjarliga støðufestið er tað sum so ikki ein váði at rentan er lág. Tað kostar peningastovnunum at seta pening á bók í Nationalbankanum, men hendan kostnaðin fáa peningastovnarnir fyri ein part dekkað við sjálvir at krevja negativa rentu frá kundunum.
Landsbanki Føroya eygleiðir viðurskifti í føroyska búskapinum og bankageiranum, ið kunnu hava ávirkan á fíggjarliga støðufestið. Royndirnar vísa, at tað kann gerast sera kostnaðarmikið fyri búskapin, tá ein banki fer á húsagang. Tískil greinar Landsbankin ymisk hagtøl, ið kunnu vísa á møguligar veikleikar í føroyska fíggjarkervinum. Landsbankin hevur givið út ársfrágreiðing um fíggjarliga støðufestið í Føroyum, les meira her