15.11.2018 - 00:00

Rættleiðing: Rentan er 1,81% og lánið er valutakurstryggjað

Í juni 2017 skuldi landskassin endurfíggja 1 mia. kr. Hetta varð gjørt við at taka eitt 15 ára standandi lánsbrævalán á norska marknaðinum til 1,81 prosent í fastari rentu og eitt seks ára standandi lánsbrævalán á danska marknaðinum til 0,625 prosent í fastari rentu. Býtið var NOK 550 mió. (= DKK 448 mió) á norska marknaðinum og DKK 550 mió. á danska marknaðinum.

Norska lánið varð beinanvegin (á fakmáli) “swappað” til danskar krónur, so landskassin hevur ongan kursváða á hesum láni. Vit rinda renturnar í donskum krónum og somuleiðis rinda við høvuðsstólin aftur í donskum krónum, tá hann fellur í 2032.

Rentan á láninum er 1,81%, tvs 448 mió * 1,81 = 8 mió. kr. um árið.

Restin er roknskaparteknisk. Landskassin hevur tikið eitt 15-ára lán. Um landskassin skal rinda lánið aftur í úrtíð so er tað ikki til kurs 100, men til tann prís, sum er á marknaðinum tann dagin. Og roknskaparliga skal landskassin bóka lánið til marknaðarvirðið. Valdi landskassin at rinda lánið aftur við ársenda 2017, so hevði tað kostað landskassanum 22 mió. kr.

Lánið verður tó ikki goldið aftur fyrr enn mai 2032, og tá er kursurin 100. Kurstapið á hasar 22 mió. kr. minkar niður í 0.

Við øðrum orðum verður kurstapið burtur, tá lánið verður afturgoldið, hetta er bara ein ávegis uppgerð í lánitíðarskeiðnum.

Samanumtikið verður rentan á láninum 1,81% um árið fyri alt lánitíðarskeiðið.

Landsbankin vísur á, at tað er ikki rætt, tá løgtingsgrannskoðarnir siga, at útreiðslurnar av norska láninum í 2017 er næstan 10% av lánsútgjaldinum (447 mió kr.).

Sí annars frágreiðing um landskassans lántøku 2017 her, har tú fært svar uppá, hví tað eisini er gott at taka lang lán.