22.09.2023 - 10:00

Privata nýtslan stórt sæð óbroytt í 2023

Mynd 1 vísir kortnýtsluna hjá føroyingum. Hagtøl fyri kortnýtslu frároknað prísvøkstur vísa, at føroyingar keyptu minni av vørum og tænastum í seinna hálvári 2022 í mun til seinna hálvár 2021, ið allarhelst skyldast øktu prísirnar. (Reyða strikan 2021, liggur omanfyri grønu strikuna 2022 í mynd 1). Lítil munur er á kortnýtsluni higartil í 2023 (ljósabláa strikan) samanborið við fyrra hálvár 2022 (grøna strikan), ið bendir á, at nýtslan stórt sæð er óbroytt í 2023.   

Tøl fyri kortnýtsluna hjá føroyingum uttanlands vísa hinvegin, at nýtslan hjá húsarhaldunum í útlondum hevur verið eins stór á sumri 2023, sum í fjør, og tað bendir á, at húsarhaldini hava gott treysti hóast alt, sí mynd 2.

Mynd 1 Kortnýtslan 

Mynd 2 Kortnýtslan uttanlands

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.