22.09.2023 - 10:00

Prísirnir veksa framvegis, men spakuligari

Í øðrum ársfjórðingi 2023 vaks brúkaraprístalið við 4,4%, og tað er munandi lægri enn vøksturin í brúkaraprístalinum hevur verið síðani annan ársfjórðing 2022.

Prísirnir veksa framvegis, men veksa spakuligari enn teir hava tað seinasta árið, sí mynd 1. Meðan oljuprísirnir høvdu størstu ávirkanina á brúkaraprístalið í byrjanini av 2022, hevur tað síðani tá verið øktir matvøruprísir, ið hava togað brúkaraprístalið upp.

Í fyrsta ársfjórðingi 2023 var tað í mesta mun dýrkaðar matvørur, rentuútreiðslur og streymprísir, sum togaðu prísvøksturin upp, og í øðrum ársfjórðingi 2023 eru tað rentuhækkingar og dýrkaðar matvørur, sum gera seg galdandi.

Mynd 1 

Í mynd 2 eru teir 3 vørubólkarnir, sum fylla mest í nýtsluni hjá húsarhaldunum, vístir. Tann vørubólkurin, sum fyllir mest, er matur og alkoholfríar drykkjuvørur, og prísirnir í hesum vørubólki eru øktir nógv síðani miðjan 2021. Flutningur er útreiðslur til keyp og rakstur av bili íroknað brennievni til bilin. Prísirnir í bólkinum ’býli’ eru øktir mest. Í hesum bólki fyllir oljunýtsla til upphiting av húsunum ein stóran part, men eisini elnýtsla og rentuútreiðslur eru øktar nógv í 2022 og 2023.

Mynd 2

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.