03.12.2018 - 00:00

Persónliga pensjónsuppsparingin er góðar 9 milliardir

Føroyska pensjónsuppsparingin samanborið við bruttotjóðarúrtøkuna svarar til miðal uppsparingina í OECD-londunum. 

Persónliga pensjónsuppsparingin hjá føroyingum er 9,5 milliardir krónur. 31. desember 2017 stóðu á leið 7,4 mia. kr. í føroyskum stovnum og 2,1 mia. kr. stóðu í útlendskum stovnum (31. des. 2015). Verður samlaða uppsparingin samanborin við bruttotjóðarúrtøkuna, sum í 2017 var 18,9 milliardir krónur, svarar tað til ein uppsparingarpart sum er 50%.

Talvan niðanfyri vísir persónligu pensjónsuppsparingina í ymsum londum, samanborið við bruttotjóðarúrtøkuna. Danmark liggur ovast við eini pensjónsuppsparing sum er heili 209% av bruttotjóðarúrtøkuni. Niðarlaga á listanum liggur Týskland við eini pensjónsuppsparing, sum 6,8% av bruttotjóðarúrtøkuni í 2016. Føroyska uppsparingin svarar júst til miðal hjá londunum á listanum.

Føroyska pensjónsuppsparingin í Føroyum stendur antin í einum peningastovni ella í einum av pensjónsfeløgunum.

Í peningastovnunum stendur størsti parturin sum innlán til eina rentu millum 0,05% og 0,20%. Ein minni partur stendur í virðsbrøvum fyri at fáa hægri avkast. 

87 prosent av uppsparingini í pensjónsfeløgunum stendur í virðisbrøvum og øðrum virðum uttanlands. Hini 13 prosentini eru sett í ymisk virði í Føroyum. At meginparturin av uppsparingini stendur í virðum uttanlands minkar munandi um váðan fyri at peningurin verður mistur, um ein negativur stoytur skuldi rakt føroyska búskapin.

Næstu árini fer persónliga pensjónsuppsparingin at vaksa, og er tað gott fyri haldførið av búskapinum.