Av øllum útlánum í føroyskum peningastovnum, standa húsarhaldini fyri nógv størsta partinum. Kortini eiga føroysku húsarhaldini meir á bók enn tey læna, eisini tá ið realkredittstovnar eru taldir við.
Húsarhaldini standa fyri umleið 9 mia. kr. av teimum tilsamans 15,5 mia. kr., sum føroyskir peningastovnar hava av útlánum. Privata vinnan stendur fyri einum triðingi, sum er 5 mia. kr. av samlaðu útlánunum. Kommunur standa fyri 1 mia. kr. og restin av teimum 15,5 mia. kr. eru útlán til sosialar grunnar, almenn partafeløg og tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar (sí Mynd 1).
Meginparturin av útlánum til húsarhald fer til sethúsafígging. Sethúsalán hava trygd í sethúsunum, ið merkir, at vandin ikki er so stórur fyri, at bankin ikki fær sín pening aftur. Av samlaðu útlánunum hjá føroyskum og donskum peninga- og realkredittstovnum í Føroyum, eru 39% føroysk sethúsalán og 14% donsk realkredittlán. Um lántøka til sethúsafígging úr føroyskum og donskum peninga- og realkredittstovnum verður løgd saman, er ein fjórðingur av samlaðu sethúsafíggingini donsk realkredittlán, og restin vanlig sethúsalán úr føroyskum peningastovnum.
Húsarhaldini hava størst innlánsyvirskot
Innlánsyvirskotið er upphæddin sum húsarhaldini hava standandi á konto, minus tað, sum tey skylda føroyskum peningastovnum. Húsarhaldini hava størri innlán enn útlán í føroysku peningastovnunum. Innlánsyvirskotið hjá húsarhaldunum var næstan 2,5 mia. kr. í mars 2019. Hetta er meir enn tvífalt so nógv sum í september 2013, tá ið innlánsyvirskotið hjá húsarhaldunum var umleið 900 mió. kr. Innlánini hjá føroysku húsarhaldunum eru vaksin við sløkum 40% frá september 2013 til mars 2019, meðan útlánini eru vaksin við góðum 20% í sama tíðarskeiði.
Eru innlán og útlán, sum føroysk húsarhald hava í donskum peninga- og realkredittstovnum tald við, hava føroysku húsarhaldini eisini eitt innlánsyvirskot, sum tó er væl minni umleið 20 mió. kr. í mars 2019 (Mynd 2). Húsarhaldini hava annars havt innlánsundirskot í føroyskum og donskum peninga- og real-kredittstovnum síðani 90-árini.
Í mars 2014 var innlánsundirskotið umleið 1,5 mia. kr. og tað merkir, at hvør føroyingur í miðal hevur minkað um innlánsundirskotið við meir enn 30.000 krónum í part seinastu fimm árini (til mars 2019).
Les meir í frágreiðingini “Gongdin í bankageiranum.”