29.01.2024 - 10:00

Øktur miðal livialdur krevur nýskipanir, skal fíggjarpolitikkurin vera haldførur

Øktur livialdur er eitt tekin um, at heilsan hjá búfjøldini í síni heild verður betri. Men tað krevur eina endurskoðan av vælferðarskipanini, skulu almennu inntøkurnar røkka til almennu útreiðslurnar í framtíðini, so eitt vanbýti av vælferð millum ættarlið ikki fer fram.

Í 1988, tá ið Føroyar yvirtóku almannamál, og harvið útreiðslurnar til fólkapensjón, livdi vanligi føroyingurin í miðal umleið 15 ár, tá hann var farin upp um pensjónsaldurin 67 ár. Síðani tá er livialdurin øktur við 4 árum, og føroyingar liva sostatt í dag í miðal 19 ár sum pensjónistar, sí mynd 1a. Hóast livialdurin er øktur við 4 árum, hevur pensjónsaldurin verið óbroyttur hetta tíðarskeiðið.

Mynd 1b vísir væntaðu livitíðina á pensjón undir trimum ymiskum fortreytum. Grønu stabbarnir vísa samtykta pensjónsaldurin, ið verður hildin støðugur á 68 ár fram til 2060. Tá verður væntaða livitíðin á pensjón áleið 22 ár í 2060. Hækkar pensjónsaldurin hinvegin hálvt ár, fimta hvørt ár fram til 2060, er væntaða livitíðin á pensjón sum í dag, á umleið 19 ár. Hækkar pensjónsaldurin hinvegin við einum ári, fimta hvørt ár frá 2035 til 2060, lækkar livitíðin á pensjón stigvíst til 17 ár tey komandi 40 árini.

Neyðugt er at hækka pensjónsaldurin, men hóast pensjónsaldurin hækkar, so verður miðal livialdurin sum pensjónist framhaldandi hægri enn tá Føroyar yvirtøku almannamál, tá miðal livialdurin eftir pensjón var 15 ár.

Les meira í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum um fíggjarpolitiskt haldføri her.