19.03.2024 - 10:00

Nýtslumynstrið hjá brúkarum broytt

Handilsvinnan boðar frá, at nýtslumynstrið hjá brúkarunum er broytt; tey keypa í størri mun lágprísvørur og í minni mun eitt nú vistfrøðiligar vørur.

Húsarhaldini hava brúkt fleiri krónur og oyru í 2023 enn undanfarin ár, men kortnýtslan frároknað prísvøkstur vísir, at nýtslan hjá húsarhaldunum var lægri í seinna hálvári 2022 og 2023, enn í sama tíðarskeiði í 2021, ið merkir, at minni fæst fyri pengarnar, sí mynd 2.5.

Mynd 2.8 a og b vísir smásøluvísutalið fyri handlar, sum selja ávíkavist mat-, drykkju- og tubbaksvørur, húsarhaldsútgerð, og klædnapløgg. Myndin til vinstru er í ársins prísum, meðan myndin til høgru er í føstum prísum, tað vil siga at mynd 2b vísir seldu mongdina. Á myndunum sæst, at í samsvar við at inflasjónin er økt, er sølan økt í virðum av mati-, drykkju- og tubbaksvøru, men lækkað, tá ið mátað verður í mongdum. Tað merkir, at húsarhaldini brúka fleiri krónur, men fáa minni fyri peningin, tá ið tey keypa mat- og drykkjuvørur, enn áðrenn inflasjónin byrjaði at hækka. Handilsvinnan boðar frá, at nýtslumynstrið hjá brúkarunum er broytt; tey keypa í størri mun lágprísvørur og í minni mun eitt nú vistfrøðiligar vørur.

Á myndunum 2.8 a og b sæst eisini, at sølan í handlum, sum selja húsarhaldsútgerð og klæðir, er fallin í bæði nøgd og virði (grøna linjan). Undir Covid-19 vaks sølan av klæðum nógv, tí fólk keyptu klæðir í Føroyum, heldur enn uttanlands. Síðani eru fólk aftur farin at ferðast, men hvørt sølan av klæðum er lækkað, tí fólk aftur keypa uttanlands, ella tí tey eru vorðin meira varin, er torført at siga. Hinvegin verður húsarhaldsútbúnaður vanliga keyptur í Føroyum, tí bendir minkingin í sølu í handlum, sum selja húsarhaldsútbúnað, sannlíkt á eitt økt varsemi (reyða linjan).

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.