24.10.2023 - 10:00

Nøkur húsarhald raka rentuloftið

Føroysku bankarnir hava økt renturnar í fleiri stigum síðani á sumri 2022. Húsarhaldini hava ikki merkt fulla virknaðin av hesum rentuhækkingum, tí rentustuðulin er hækkaður, so hvørt sum rentan er hækkað. Rentustuðul verður tó bert latin fyri rentuútreiðslur upp til 100.000 kr. árliga.

Evropeiski miðbankin (ECB) boðaði frá enn eini rentuhækking á seinasta fundi sínum tann 14. september 2023. Hetta er tíggindi ferð ECB hækkar rentuna síðani í juli 2022, tá ið ECB hækkaði rentuna fyri fyrstu ferð í 11 ár, sí mynd 1. So hvørt sum ECB hevur hækkað rentuna, hevur Nationalbankin eisini hækkað rentuna og tí hava føroysku bankarnir eisini økt renturnar.

At rentan hækkar merkir, at húskarhaldini skulu rinda meira í rentu fyri skuld sína, tó hava húsarhaldini ikki merkt fulla virknaðin av rentuhækkingunum, tí rentustuðulin er hækkaður, so hvørt sum rentan er hækkað, tó er eitt rentuloft á 100.000 kr. árliga, tvs. húsahald kunnu í mesta lagi fáa 35.000 í rentustuðli um árið.

Er rentan til dømis 4%, er markið á 100.000 kr. í árligum rentuútreiðslum rokkið hjá teimum, sum skylda 2,5 mió. kr. í sethúsaláni. Tey, ið hava sethúsalán størri enn 2,5 mió. kr., raka sostatt rentuloftið og fáa ikki rentustuðul fyri tær rentuútreiðslurnar, ið fara upp um 100.000 kr. árliga.

Mynd 1

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 2. ársfjórðingi 2023 her.