14.12.2020 - 10:00

Miðalskuldin hjá føroyingum er økt gjøngum árini

Í 1995 skyldaði hvør føroyingur í 40 ára aldri, sum hevði skuld, í miðal 250.000 kr. Í 2019 er skuldin tvífalt so stór hjá hvørjum føroyingi.

Landsbanki Føroya hevur mett um samlaðu ognina og skuldina hjá føroyskum húskjum í 2018 fyri at kanna, hvussu skuldarbundin føroysk húskir eru í mun til sína inntøku, og hvussu stór samlaða ognin og skuldin hjá føroyingum er, samanborið við onnur lond.

Føroyingar, ið hava skuld, skyldaðu í miðal 570.000 kr. í 2019, sí mynd 1, sum vísir miðal bruttoskuld hjá føroyingum, ið hava skuld, býtt eftir 10-ára aldursbólkum. Littu strikurnar umboða hvørt sítt árstal.

Mynd 1. Skuld býtt á aldursbólkar

Kelda: Landsbanki Føroya og TAKS.

Verður skuldin hjá føroyingum býtt á aldursbólkar sæst á mynd 1, at tað er í 30 – 40 ára aldri, skuldin er størst. Hetta samsvarar við, at tann parturin av samlaðu skuldini, sum er sethúsalán, er nógv størri fyri tey, ið nýliga hava keypt eini sethús, enn hjá eldri fólki. Í 30 – 40 ára aldri hava flestu húskini nevniliga ognað sær eini sethús fyri fyrstu ferð. Í hesum aldri, meðan skuldin er hægst, kunnu húskini sostatt hugsast at vera meira viðkvom yvirfyri broytingum í rentustøði, sethúsaprísum ella øðrum viðurskiftum, sum ávirka inntøkugrundarlagið og harvið førleikan at gjalda skuld niður. Eftir 40 – 50 ára aldri lækkar skuldin so líðandi og flestu føroyingarnir eru nærum skuldarfríir eftir 70 ára aldri.

Mynd 1. vísir harumframt, at miðalskuldin hjá føroyingum er økt gjøgnum árini. Í 1995 skyldaði hvør føroyingur í 40 ára aldri, sum hevði skuld, 250.000 kr. í miðal. Í 2019 er skuldin meir tvífalt so stór hjá hvørjum føroyingi. Serliga sæst eitt lop í miðalskuldini frá árinum 2005 til 2010, og hetta kemur av ovurstóra útlánsvøkstrinum hjá bankunum undan fíggjarkreppuna í 2006 og 2007.

2019 er árið við hægstu miðalskuld higartil. Tað hongur millum annað saman við lækkandi rentustøðinum, ið hevur gjørt tað bíligari at læna samstundis sum at sethúsini eru økt í prísi.

Les meira her, og um ogn og skuld hjá føroyskum húskjum, og um viðurskifti, ið ávirka nettoogninga her.