Treka útboðið av bústøðum hevur saman við stóra fólkavøkstrinum og lágu rentunum seinastu mongu árini verið við til at trýsta sethúsaprísirnar upp.
Mangul á bústaðir er ein týðandi fløskuhálsur, sum er við til at forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri. Búskaparráðið metir tað vera umráðandi, at kommunur við stórum fólkavøkstri framskunda útstykkingar av grundstykkjum/byggiøkum - serliga til bygging av íbúðum og øðrum smærri bústaðareindum, so bráfeingistørvurin skjótari verður nøktaður, og at landið somuleiðis ger sítt íkast við at byggja leigubústaðir. Harumframt kunnu Airbnb og líknandi leiguportalar leggja trýst á bústaðarmarknaðin. Tað kann vera vert at hyggja at, hvat onnur lond gera á hesum økinum.
Mynd 2.10 vísir gongdina í sethúsaprísum fyri tíðarskeiðið 1985 - 2023. Í Tórshavn er miðalprísurin í 2023 óbroyttur í mun til 2022, meðan hann var 5% lægri í størru bygdunum í mun til í 2022. Størru bygdirnar hava annars havt stóran vøkstur í sethúsaprísunum seinastu árini, millum annað vegna Eysturoyartunnilin, ið hevur minkað um frástøðuna til miðstaðarøkið.
Inflasjónin hevur fingið bankarnar at seta størri krøv til tiltøkupeningin, tá biðið verður um sethúsalán, og tað ávirkar, hvussu nógv húsarhaldini kunnu bjóða uppá eini sethús. Meklarar greiða frá, at tað nú eru færri, ið bjóða uppá ognirnar, og at fyrstuferðskeypararnir eftir mongu rentuhækkingarnar hava uppaftur verri við at sleppa inn á sethúsamarknaðin. Harafturat er byggitilfarið dýrkað so mikið nógv, at fólk eru vorðin meir afturhaldin við at byggja nýtt ella at keypa sethús, sum krevja umvæling.
Meklarar siga frá, at tað er broyting í eftirspurninginum eftir sethúsum. Tey, ið skulu ogna sær sethús fyri fyrstu ferð, hava verri við at keypa hús í miðstaðarøkinum, eftir at rentan og inflasjónin er økt, og tað hevur millum annað havt við sær, at eftirspurningurin eftir sethúsum úti á bygd er øktur.
Í árunum 2019 – 2021 var ikki óvanligt, at sethúsini vóru seld, áðrenn tey náddu at koma á sølulistan, ella at boð fóru uppum útboðsprísin beinanvegin. Liggitíðin er longd eitt sindur, tó at sølan gongur skjótari nú enn í mun til fyri einum ári síðani. Tað vil siga, at tað tekur longri tíð at selja. Stundum verður boðið undir útboðsprísin, hóast endaligi søluprísurin kortini, sum oftast endar á prísuppskotinum ella hægri. Talið av framvísingum og boðum er minkað, og tað hongur saman við, at bankarnir seta størri krøv.