Tórshavn, 4 oktober 2017
Í seinasta lagi í juni 2017 skuldi landskassin endurfíggja 1 mia. kr. Hetta varð gjørt við at taka eitt 15 ára lánsbrævalán á norska marknaðinum til 1,81 prosent í rentu og eitt seks ára lánsbrævalán á danska marknaðinum til 0,625 prosent í rentu. Býtið var DKK 450 mió. á norska marknaðinum og DKK 550 mió. á danska marknaðinum.
Uppgávan hjá Landsbankanum í sambandi við landskassans lántøku er:
At fáa so lága rentu sum møguligt fyri lánini
At tryggja landskassan móti rentuhækkingum
Rentukostnaðurin er lægst fyri stuttfreistaði lán. Men høvdu landsmyndugleikar havt rentukostað sum einasta málsetning, átti landskassin einans at tikið eitt ára lán og ikki longru lánini. Hetta er tó sera váðið, tí um øll skuldin er í stuttum lánum, og marknaðarrentan knappliga hækkar, so hækkar rentukostnaðurin á allari skuldini í einum.
Rentuberandi skuldin hjá landskassanum er 4,5 mia. kr. Tekur landskassin bara eitt ára lán, fella 4,5 mia. kr. til gjaldingar hvørt ár - og landskassin skal sostatt hvørt ár út á lánsmarknaðin at læna 4,5 mia. kr. Broytist rentan eitt prosentstig í einum ári, hækkar rentuútreiðslan við 45 mió. kr. í einum. Hetta eru ov lítið trygg viðurskifti fyri landskassan. Slík óvissa ger lánsveitararnar og ratingstovnarnar meiri ótryggar, og tað hevði trýst rentuna, ið landskassin kann lána til, uppeftir.
Eitt nú hevur ratingfyritøkan Moody’s í fleiri av sínum frágreiðingum víst á, at endurfíggingarváðin er ov høgur, og at landskassin eigur at minka um váðan við at umleggja ein part av tess lánum til langtíðarlán.
Landskassin eigur ikki at leggja øll eggini í somu kurv, men at spjaða tey í fleiri. Tí eigur lántøkan hjá landskassanum at hava stutt-, miðallang-, og langfreistað lán, fyri á henda hátt at tryggja stabilitet í rentuútreiðslunum.
Hetta er eisini tað, onnur lond gera. Til dømis hevur Danmark lán, ið gongur út í 2027, og eitt við freist í 2039. Soleiðis gera tey eisini í Svøríki, Finnlandi og Íslandi. Týskland fer enn longur og hevur tikið lán, ið skal aftur rindast í 2046, tvs. eitt 30 ára lán. Niðanfyri sæst miðal afturgjaldstíðin á lánunum hjá hesum londum:
Tað er rætt at hava ein part av lánunum hjá landskassanum sum langfreistað. Rætt er tað, at rentukostnaðurin er nakað størri, men hetta er samstundis ein trygging ímóti ógvisligum rentuhækkingum á fíggjarlógini frá ári til árs.
Rentustøðið í heiminum er metlágt, men samstundis vísa at kalla allir greinarar á fíggjarmarknaðunum á, at marknaðarrentan, sum frálíður, fer at hækka. Tað er tá, rentustøðið er lágt, at besta høvi er at fremja umleggingina. Við at leggja um tryggja vit, at rentan verður verandi á einum sera lágum støði í 15 ár fram í tíð.