11.06.2020 - 14:00

Landskassin hevur í dag goldið 1.345 mió. kr. aftur í láni

Í dag 11. juni 2020 hevur landskassin afturgoldið eitt lánsbrævalán á 1.345 mió. kr. Upprunaliga var lánið, sum varð tikið í juni 2015, á 1.045 mió. kr., men lánið varð í juni í fjør hækkað við 300 mió. kr. Tær 300 mió. kr. vóru saman við tøka gjaldførinum hjá landskassanum á 800 mió. kr., nýttar til at rinda 1,1 mia. kr. aftur við. Landskassaskuldin minkaði sostatt við 800 mió. kr. í juni í fjør.

Lánið á 1.345 mió. kr. er afturgoldið við at taka eitt nýtt lán og varð tað gjørt 2. juni 2020. Tá seldi landskassin lánsbrøv fyri 2,945 mia. kr. tilsamans, og 1.345 mió. kr. av hesum eru í dag nýttar til at afturrinda omanfyri nevnda lán. Restin, tað vil siga 1,6 mia. kr., verður brúkt til at fíggja væntandi hall á fíggjarlógini í 2020 og 2021, ið væntast at koma vegna øktar útreiðslur og lægri inntøkur hjá landskassanum orsakað av koronusjúkuni.

Lánsbrævaskuldin hjá landskassanum er sostatt økt frá 3,7 mia. kr. til 5,3 mia. kr. Lánsbrævaskuldin á 5,3 mia. kr. svarar til umleið 25% av BTÚ (2019). Landskassin eigur tó tøkan pening á 4,5 mia. kr., so nettoskuldin er einans 800 mió. kr., sum svarar til sløk 4% av BTÚ.