17.04.2020 - 15:00

Landskassaskuldin minkaði við 800 milliónum

Eitt lán fall til gjaldingar í juni 2019, men í staðin fyri at endurfíggja alla upphæddina, rindaði landið skuld aftur. Tí minkaði skuldin við 800 mió. kr. í 2019 og lánsbrævaskuldin hjá føroyska lands­kassa­num var sostatt við árslok 3,7 mia. kr. tilsamans.

Landskassaskuldin er sett saman við fýra láns­bræva­røð­um. Tvær av teimum eru 5-ára lán, eitt er 6-ára lán og eitt er 15-ára lán. Í 2019 rindaði landskassin í miðal 0,86 prosent í rentu av sínum lánum á tilsamans 3,7 mia. kr. Landskassaskuld er ikki tað sama sum skuldin hjá øllum tí almenna. Tann skuldin er nógv hægri, tí hon umfatar eisini kommunur, almenn partafeløg, tunnilsfeløg, SEV o.a.

Eitt lán hjá landskassanum fall til gjald­ingar í juni 2019. Lánið var á 1,1 mia. kr. Landskassin skal sambært lóg hava 15 prosent av BTÚ í ”reiðum” peningi (gjaldføri), sum skal kunna brúkast at rinda lønir og aðrar skyldur hjá tí almenna í eini kreppustøðu.

Í 2019 var kravið um minstagjaldføri um 2,8 mia. kr. (grøna linjan í Mynd 1). Av tí at yvirskot hevur verið á fíggjarlógini síðani 2016, var gjaldførið hjá lands­kassanum væl omanfyri minsta­gjald­førið í juni, og tí var ikki neyðugt at endur­fíggja alla upp­hædd­ina. Lands­kassin rindaði 800 mió. kr. niður av síni skuld við at brúka av gjaldførinum og endurfíggjaði 300 mió. kr. Gjaldføri landskassans minkaði sostatt við 800 mió. kr. í juni 2019, sí mynd 1.

Næsta lán hjá landskassanum fellur til gjald­ingar í juni 2020. Lánið er á 1,345 mia. kr.

Les meir í ársfrágreiðingini hjá Landsbankanum fyri 2019.