Stuttfreistaðu lánini hava við sær, at landið skal oftari út at taka nýggj lán – tað hevur størri váða við sær.
Lánsbrævaskuldin hjá føroyska landskassanum var 4,6 mia. kr. tilsamans við ársenda í 2018. Landskassaskuld er ikki tað sama sum skuldin hjá øllum tí almenna. Tann skuldin er nógv hægri, tí hon umfatar eisini kommunur, almenn partafeløg, tunnilsfeløg, SEV o.a.
Landskassaskuldin er sett saman við fimm lánsbrævarøðum. Trý av teimum eru 5-ára lán, eitt er 6-ára lán og eitt er 15-ára lán. Øll lán eru standandi – tað vil siga, at bara renta (og ikki avdráttur) verður goldin í lánitíðini. Lánsupphæddin verður goldin aftur í einum, tá ið lánstíðin er av.
Skuldin hjá landskassanum er minkandi, men lánini eru heldur stuttfreistað – tað vil siga, at afturgjaldstíðin er stutt. Við stuttfreistaðum lánum skal landið oftari út á fíggjarmarknaðin at taka nýggj lán. Tað er ein ótryggari fíggingarleistur enn langfreistað lán, tí óvist er, hvussu høg rentan verður, tá ið nýggju lánini verða tikin.
Langfreistaðu lánini eru dýrari, men tryggari, tí við teimum er minni ivi um komandi lániútreiðslur. Við stuttfreistaðum lánum er vandin við brádligum rentuhækkingum størri, og tí kann hetta gerast dýrari sum frá líður. Í løtuni er rentan metlág, og tí er hetta eitt gylt høvi hjá landinum at taka lang lán. Tað hevði tryggjað eina lága rentu og lægri lániútreiðslur næstu árini.
Flestu av grannalondunum hava munandi longri afturgjaldstíð enn Føroyar:
(Kelda: Barclays/Bloomberg – mars 2019)
Greiningarfyritøkan Moody’s vísir eisini í nýggjastu kredittmetingini á, at stuttfreistaðu lánini telja niður, tá ið Føroyar skulu kredittmetast.
Les eisini: Føroyski landskassin fær framvegis metingina Aa3 við støðugum útlitum
Í Mynd 1 sæst skuldin hjá landskassanum síðan 2002. Vanliga endurfíggjar/tekur landskassin lán á hvørjum ári. 2018 var eitt undantak í so máta. Eitt lítið annuitetslán (restskuld á umleið 10 mió. kr.) fall til gjaldingar í 2018, og varð rindað aftur við at brúka av gjaldførinum. Næsta lán á 1,1 mia. kr. fellur til gjaldingar í juni 2019.
Gjaldførið hjá landskassanum er í løtuni væl omanfyri kravda minstagjaldførið (15 prosent av BTÚ), og tí verður ikki neyðugt at endurfíggja alla upphæddina, og harvið rindar landskassin nakað av skuld niður.
Lánskuldin hjá landskassanum hevur seinastu árini ligið um 5 mia. kr., men í juni 2018 minkaði skuldin við hálvari milliard, tá Danmark avskrivaði krav uppá pening, sum var partur av avtalu frá 1998 millum Føroya landsstýrið og donsku stjórnina. Avtalan var, at eitt lán á 500 mió. kr. bara skuldi rindast aftur til Danmarkar, um Føroyar í juni í 2018 høvdu havt inntøku av at vinna olju úr undirgrundini. Tað hava Føroyar ikki, og tí fall lánið burtur.
Les meir í ársfrágreiðingini hjá Landsbankanum fyri 2018.