24.05.2024 - 10:00

Landskassans nettoogn er negativ

Í 2023 var samlaða nettoskuld landskassans – her íroknað skuldina hjá Eysturoyar- og Sandoyartunlinum - 3 mia. kr. Nettoognin hjá landskassan uttan ES-tunlarnar var 100.000 kr.

Í mynd 1 sæst gongdin í nettoognini hjá landskassanum frá 1998 til 2025 (árini 2024 og 2025 eru metingar hjá Búskaparráðnum). Skuldin hjá Eysturoyar- og Sandoyrartunlinum er tald við her. Uppgerðin vísir bert gjaldføru ognirnar, ið merkir, at uppgerðin er uttan útbúnað (fastar ognir) hjá landinum.

Í 2023 var samlaða nettoskuld landskassans 3 mia. kr. Nettoskuldin er mett til at veksa til 3,2 mia. kr. í 2024 og 2025. Hóast Føroyar hava havt stóra búskaparliga framgongd seinastu árini, er fíggjarstøða landskassans verri, enn hon var, áðrenn fíggjarkreppan rakti í 2008.

Hyggja vit at nettoskuldini sæð í mun til BTÚ, var hon nærum 2% av BTÚ í 2007, meðan hon er mett at vera 12% av BTÚ í 2024 og 11% av BTÚ í 2025. Frá 2008, tá fíggjarkreppan rakti, til 2015 økti landsstýrið skuldina við samanlagt 2,8 mia. kr. Í hesum tíðarskeiðinum lækkaði Moody’s kredittmetingina frá Aa2 til Aa3 við negativum útlitum.

Hyggja vit at nettoskuldini hjá landskassanum uttan ES-tunlarnar, so var marknaðarvirðið av rentuberandi skuld landskassans við ársenda 2023 3,9 mia. kr., meðan tøka gjaldførið var 4 mia. kr. Sostatt var netto fíggjarstøðan hjá landskassanum uttan ES-tunlar og uttan útbúnað, tað vil siga gjaldføri minus skuld, +100 mió. kr.,

Fyri at minka um nettoskuldina, krevst yvirskot á fíggjarlógini. Nettoskuldin minkar eisini, so hvørt Eystur- og Sandoyartunnlarnir rinda niður sína skuld.

Mynd 1

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her.