05.11.2018 - 00:00

Lága rentustøðið gylt høvi at rinda skuld niður

Sannlíkindi eru fyri, at lága rentustøðið ikki fer at halda fram, og ein møgulig rentuhækking av týdningi kann fara at ganga út yvir húsaprísirnar. Ein slík støða kann gerast óheppin fyri húsaeigarar við høgari skuld, tí virðið á húsunum kann fara niður um virðið á skuldini.

Hóast sethúsaprísirnir eru munandi hækkaðir seinnu árini, eru útreiðslurnar orsakað av rentulækkingum, ikki øktar samsvarandi. Til dømis kostaðu eini sethús í 2013 í Tórshavn 2,6 milliónir krónur. Hetta svaraði við einum vanligum sethúsaláni tá til rentuútreiðslur á umleið 9.000 krónur um mánaðin í byrjanini av afturgjaldsskeiðinum.

Samanborið verða somu sethús í Havn í 2018 seld fyri 3,5 milliónir krónur. Hóast tað nærum skal rindast ein heil millión krónur meira fyri húsini í dag enn fyri fimm árum síðani, eru rentuútreiðslurnar tær somu. Tað vil siga umleið 9.000 krónur um mánaðin, tí renturnar í dag eru so mikið lægri. Lága rentustøðið minkar um lánikostnaðin, eins og møguleikin fyri at fáa avdráttarfrí lán og rentustuðul lækkar um lánsgjaldið.

Lága rentustøðið ger lántakarar við stórum bústaðarlánum viðbreknar, tí tað er ikki óhugsandi, at rentan aftur fer at hækka. Um núverandi bústaðarlánsrenta hækkar við 1,0 prosentstigi, skulu rindast umleið 800 krónur meira í rentuútreiðslum um mánaðin fyri hvørja lænta millión krónur. Rentuhækkingar kunnu harafturat leggja trýst á sethúsaprísirnir niðureftir og harvið úthola frívirðið í ognini.

Óheppin gerst støðan, um sethúsaprísirnir lækka so mikið nógv, at ávís húsarhald koma at sita eftir við eini skuld, ið er væl størri enn virðið á húsinum. Sum nú er, gevur lága rentustøðið í dag húsarhaldum møguleika fyri at rinda skuld niður skjótari enn annars.
 

Les meira í frágreiðingini um sethúsamarknaðin hjá landsbankanum, sum sæst her.